Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

St. Kilda – Sera einfald og góðvarin menniskju – 17. partur

St. Kilda eftir Tom Steel Týtt úr enskum og skrivað hevur Alex Sólstein

Brot úr størri frásøgn um oyggjabólkin St Kilda, sum liggur vestur úr Skotlandi, og har eingin hevur verið fastbúgvandi síðani fólkini vórðu “tvangsflutt” summarið 1930.


Eftir nógvar áheitanir um at fáa søguna um St. Kilda sum var prenta í pørtum í Norðlýsinum 2015, hava vit gjørt av at koyra ein part annan hvønn dag á heimasíðu okkara.

Ger so væl.


—-


Kirkjan var eins strong og turrislig innan og læran ásetti. Har var moldgólv, einki altar og eingin krossur og eingir beinkir at sita á. Einasta prýði var ein tríarmað ljósakrúna við trimum ljósum á hvørjum arminum; hon hekk undir loftinum, og var givin av Sir Keith Murray. Hiti var eingin, so bert hitin frá teimum fáu ljósunum vermdi kirkjufólkið vetrarmánaðirnar.

Um summarið 1830 fór Mackenzie fyribils av oynni at giftast og kom aftur við síni ungu brúður, har tey dvaldust tey komandi tólv árini.

Fyri frú Mackenzie var lívið á Hirta sera avbyrgt. “Hann presenteraði konu sína fyri okkum,” skrivaði George Atkinson í 1831. “Hon kemur úr Glasgow og dugir ikki eitt orð av geliskum. Hon hevur verið her í tólv mánaðir, og tað eru nýggju mánaðir síðani hon talaði eitt orð við nakran uttan mannin. Meðan hon var á St. Kilda fekk hon seks børn – “vøkur kinnareyð børn,” skrivaði Wilson um tey, “við reinum hondum og væl vaskaðum andlitum … og smáar berar føtur.”

Meira enn nøkrum øðrum kirkjumanni undan honum eydnaðist tað Neil Mackenzie at hækka livifótin á oynni. Hann fekk oyggjabúgvarnar at fáa betur skil á dyrkilendinum og vísti teimum á fyrimunin við reinføri og sjálvrøkt. Tað var hann, sum fekk teir at seta bein undir borðini, so at íbúgvarnir um ikki annað so kropsliga hevjaðu seg upp um dýrini. Hann fekk teir eisini at laða garðar um dyrkilendi, so neyt og seyður ikki kom inn á týdningarmiklu grøðina.

Men viðurskiftini vóru enn sera primitiv. Ein eingilskmaður, Sir Thomas Dyke Acland, vitjaði oynna og varð so ovfarin av búviðurskiftunum, at hann gav prestinum Mackenzie eina gávu, 20 guineas, at geva til tann oyggjabúgvan, sum fyrst bygdi sær eini nýggj hús. Men St. Kilda-búgvarnir vóru ímóti at bróta niður gomlu húsini, so presturin fekk at enda ein mann at fara undir tað og fekk so hinar oyggjabúgvarnar at byggja eina nýggja bygd.

Men presturin var ongantíð partur av oyggjabúgvunum. Hann átti ongantíð part í býtinum av ágóðanum. Men íbúgvararnir vóru altíð gávumildir mótvegis búfólkunum “í stóra húsinum”, sum teir nevndu tað. Prestarnir og teirra fólk máttu sjálvi skaffa sær tað neyðuga til matna, og mesti parturin kom av meginlandinum, ella tað vaks í “the glebe” (inngyrda urtagarðinum).

Fólkini á St. Kilda, sera einfald og góðvarin menniskju, komu at vera sera bundin at prestinum. Í langa tíð vóru tað bert presturin ella trúboðarin, sum dugdi at tosa og skriva enskt, og tí vóru tað bert teir, sum kundu tosa við vitjandi ella skriva eitt bræv inn á meginlandið. “Hesin góði presturin,” skrivaði Wilson of Mackenzie, “er lærari og skrivari eins og prestur, og tóktist hann ikki at lata nakað vera óroynt ella bøtt um hjá sínum sóknarbørnum.” Væl stuðlaður av síni ungu konu gjørdi Mackenzie nógv fyri at bøta um materiellu viðurskiftini á St. Kilda.

Tað var ein hugtungur dagur, tá presturin Neil Mackenzie og familjan í 1844 søgdu seinasta farvæl við fólkini á Hirta. Makenzie fór undir eitt arbeiði fyri SSPCK í Duror í Appin.

Hvør lítil mentunararvurin á oynni enn hevur verið, so er hann nú fyri langari tíð síðani horvin. “Hesir andaligu sangirnir,” skrivaði Wilson, “kunnu sigast at vera almenn ogn í dag, og verða teir næstan nýttir sum undirhaldsyrkingar, og teir hava næstan púra yvirtikið allan fyrrverandi verðsliga sangin. Írsku løgini eru ókend. At dansa verður mett sum illavorðið undirhald, og har verður hvørki dansað ella spælt við tílík høvi sum brúdleyp ella barnadóp.” Tá Mackenzie skrivaði um sítt uppihald á Hirta, so viðmerkti hann um fólkið, “at nógv teirra vóru sera nógv ávirkaði av religión, og tað øktist, sum árini gingu.”

Oyggjabúgvarnir gjørdust, sum frá leið, sera ídnir kirkjugangarar. Um miðjuna av nítjandu øld gingu teir í kirkju hvønn dag í vikuni uttan mánadag og leygardag. Sunnudag fóru tey tvær ferðir í kirkju. Luttøkan varð tvungin fyri øll á oynni oman fyri tvey ára aldur, uttan so tey vóru sjúk. Fyri fólk, hvørs lívsgrundarlag var so bundið at vindi og veðri, vóru tílíkar strangar reglur og ein so tíðarkrevjandi gudsdyrkan, at hon var ein hóttan móti at yvirliva. Kirkjugongdin steðgaði øllum arbeiði, ikki bert teir tímarnar hon vardi, men fyri øllum ætlanum og tiltøkum. Bønamøtini hvørt mikukvøld steðgaðu møguleikanum at fara á flot, og sama gjørdu mánaðarligu møtini mánadagar.

Árið fyri at presturin Neil Mackenzie fór av oynni St. Kilda, fór tað trúarbrotið, sum presturin Thomas Chalmer stóð fyri, fram í Edinburgh, og Free Church of Scotland varð stovnað. Hálandið og oyggjarnar í Skotlandi tóku undir við hesi nýggju kirkju og læru. “Stóra evangeliska rørslan frá Free Church, eftir brotið í 1843,” skrivaði Fraser Darling í West Highland Survey, “var eitt glæsiligt tiltak, nettupp eins og Oxford rørslan var tað á somu tíð í Onglandi. Skotar høvdu frammanundan ein religiøsan hugburð, og sum tað so ofta er við meira ógvusligum, religiøsum rørslum, so hava tær andstygd fyri tí, sum frammanundan var, og tað kom ein næstan fanatisk fordøming av tílíkum vanligum sosialum tiltøkum sum tónleiki og dansi. Mong fíólin varð við andstygd løgd á knæið og brotin, og kátar røddir og dansandi føtur vórðu steðgaðar, so tær hóskaðu til ta tunglyndi og álvarsemi, sum hildið varð at vera vegurin til frelsu.”

Í 1866 kom presturin John Mackay frá Lochalsh í Ross-shire til St. Kilda at bjarga mest fjarløgdu sálum Skotlands. Hann kom at búgva á Hirta í eina fjórðings øld, longur enn nakar prestur undan honum ella aftaná. Meðan hann var har sum prestur, útinti hann at fáa síni sóknarbørn at góðtaka eina ortodoksa kristnilæru, sum hevði verið ókend á St. Kilda, síðani “apostulin fyri norðan” var á oynni. Meðan Mackay var har, fóru tey í kirkju tríggjar ferðir hvønn sunnudag, klokka ellivu, klokkan tvey og klokkan seks. John Sands metti, at tey vóru í kirkju einar sjey tímar hvønn sunnudag.

Frá leygarkvøldi til sunnumorgun tordi eingin at samrøða um nakað evni; einasta sum var loyvt, var at hoyra upplestur úr bíbliuni. Alt annað var hildið syndugt. Einki arbeiði varð gjørt – ikki varð loyvt at fara eftir vatni, heldur ikki at mjólka kúm ella óm. “Tá konurnar mjólka neytunum seinasta málið leygardag,” skrivar Ross, “so seta tær dyllurnar við mjólkini í eitt úthús til mánamorgunin.” “Vikuskiftið er ótolandi trist og tungt,” skrivaði John Sands. “Tá tey hoyra fyrsta klikkið frá kirkjuklokkuni, so skunda tey sær við syrgnum eygnabrá og bolandi niður í vegin oman í kirkjuna. Tað verður mett synd at vera at hyggja til høgru ella vinstru. Tey síggja als ikki út sum fólk, sum bíða eftir at hoyra ein gleðiboðskap, men heldur eitt fylgi, sum Sátan er í ferð við at reka í eitt botnleyst dýpi.”

Mackay kravdi at tey stóðu púra still og lurtaðu, meðan gudstænastan fór fram. Skuldi eitt barn givið ljóð frá sær, so fingu foreldrini eina ábreiðslu. “Eg havi ikki sæð álvarsamari áhoyrarar,” skrivaði Sands. “Sjálvt børnini bóru seg ótrúliga væl at; tey lærdu tað, meðan tey enn lógu á arminum á mammuni, still og rólig undir allari tilgongdini.” Einaferð meðan Sands var á oynni, so steðgaði gudstænastan knappliga, tí ein eldri kona var sovnað. Hon varð átalað fyri, sum hann segði, at har fór ikki at vera nakar svøvnur í komandi heiminum.

Orgul ella annað ljóðføri var bannað í kirkjuni. Forsangarin hevði ein stemmugaffil og leiddi sangin.

Mackay kravdi at tey stóðu púra still og lurtaðu, meðan gudstænastan fór fram. Skuldi eitt barn givið ljóð frá sær, so fingu foreldrini eina ábreiðslu. “Eg havi ikki sæð álvarsamari áhoyrarar,” skrivaði Sands. “Sjálvt børnini bóru seg ótrúliga væl at; tey lærdu tað, meðan tey enn lógu á arminum á mammuni, still og rólig undir allari tilgongdini.” Einaferð meðan Sands var á oynni, so steðgaði gudstænastan knappliga, tí ein eldri kona var sovnað. Hon varð átalað fyri, sum hann segði, at har fór ikki at vera nakar svøvnur í komandi heiminum.

Orgul ella annað ljóðføri var bannað í kirkjuni. Forsangarin hevði ein stemmugaffil og leiddi sangin. Har vóru bert bíbliusálmar loyvdir í Free Church.  Yrktir sálmar vóru ikki mettir at vera á skriftar grund, meðan bíbliusálmarnir eru partur av skriftini og tí egnaðir at syngja í kirkju. Uttan nakran sans fyri harmonium, so stríddi meinigheitin seg ígjøgnum sálmin. “Eg kann bert sammeta tað við ýlini frá einum fylgi av hyenum …. tú fekk ilt av at standa og lurta.”

Prædikurnar hjá Mackay vóru ikki lýtaleysar, fyri ikki at siga vánaligar. Hjá sær hevði hann nakrar fáar bøkur, sum hann hevði við av meginlandinum, og púra heiltikin var hann av “hinum ónda”, og soleiðis var prædikan at leiða fólk sítt á rætta vegin. Millum bøkurnar vóru Moral Sentiments av Smith, Fifteen Sermons av Butler, Meditations av Hervey, og so sjálvandi bókin, sum eingin Free Church prestur kundi vera fyriuttan, The Select Works av dr. Chalmers, maðurin sum hevði ábyrgdina av kirkjubrotinum í Skotlandi í 1840unum. Kirkjugongdin vardi oftast umleið tríggjar tímar, og av teimum brúkti Mackay helvtina til sína prædiku. Og fyri tað mesta prædikaði hann brand og bál og helviti fyri tann syndafulla. Og hann hevði eina sera monotona rødd, sum hugtók fá. Og vanliga legði hesin lærdi maðurin eftir, hvussu syndafull verðin var, leidd av heidningum sum Bismarck, Gladstone og Disraeli.

Líknilsi um glataða sonin var ofta evnið í hansara prædikum. Sunnudagin 26. desember 1886 prædikaði Mackay báðar gudstænasturnar um sama líknilsi. Skúlalærarin skrivaði, tá hann kom aftur í húsini hjá faktorinum, at “hetta var triði sunnudagurin á rað og sætta prædikan um sama evni.” Tvær vikur seinni var tað níggjundu ferð, at hann talaði um glataða sonin, og hann helt seg enn ikki hava sagt alt um hetta evni.

Undir Mackay mátti hvør oyggjabúgvi prógva, at hann dugdi sína katekismus. Eina ferð um árið plagdi presturin at boða fimm familjum í senn til stevnu í kirkjuna at vita, um tey dugdi sína katekismus. “Tey veikastu vóru í iva um tað var pávin ella forsætismálaráðharrin, sum ráddu fyri lagnu oyggjanna, og teirra religiøsu viðurskifti vóru minkað niður til reina formalismu, har tey í síni trúgv, hvørki kundu finna nakað sjálvsálit ella nøkur menniskjalig virði …. tað hevur einki at siga fyri Mackay, um tey  svølta á croftini ella forsøma at fara á flot so leingi, sum tey halda seg til hansara ørliga boðskap,” skrivaði  Connell. Skúlalærararnir, sum vórðu sendir at undirvísa á Hirta frá miðjuni av nítjandu øld, fingu lítið burtur úr at minka um skinhalguna og ta ágangandi ávirkan, sum hesin “helvitisprædikumaðurin,” Mackay, hevði útint á oyggjabólkinum.

HMS Flirt

Eitt leygarkvøld einaferð í 1877 komu vistir og onnur útgerð við HMS Flirt út á oynna. MacDonald skrivaði: “Heldur enn at fara at landa vørurnar ein sunnudag, vildu tey róð til Harris eftir teimum, hóast illveður kundi komið á tey, og vandi kundi verið á ferð.” Og fimm dagar undan høvdu tríggir mans av oynni róð til Harris eftir vøru, hóast bátur lá á víkini ein hálvfjórðing uttan fyri Village Bay. Har var einki loyvt at taka sær til á St. Kilda millum ljósatendring leygardag til sólarris mánadag.

Oyggjabúgvarnir lótu teirra átrúnað stýra øllum teirra livihátti. Sjálvt tá teir fóru á Boreray ella ein av stakkunum, so høvdu teir ein “elder” (úr elstaráðnum) við, skuldi tað hent, at teir lógu veðurfastir um halguna. “Hesin “elder”, skrivaði Connell, “er eins og ein “trygdarmaður” …. sum teir hava við sær at leiða møtið ein sunnudag, og uttan hann høvdu teir ikki kent seg tryggar ella lukkuligar.” Úti á Boreray høvdu teir andakt hvønn morgun og hvørt kvøld. Og á hvørjari kvøldandakt skuldi hvør ógiftur maður siga uttanat eitt ørindi úr Dávidar sálmum.

Á Hirta varð regluliga kannað, hvussu til stóð við førleikanum at lesa. Tá George Seaton vitjaði St. Kilda í 1877, hevði hann við sær nakrar barnabøkur; men Mackay noktaði honum at býta út tílíkt verðsligt fjas. Ungar gentur høvdu bíbliuna við sær, hvar tær fóru, og tá tær vórðu spurdar, um tær vildu fingið nakrar bøkur at lisið, so var svarið, at tær bert vildu hava gudfrøðiligar bøkur. Emily MacLeod las fyri einum blindum manni nakrar vanligar søgur, men fekk ábreiðslu frá fólkinum, sum mettu hetta vanhalgan og ógudiligt at vera. Tey vildu heldur hava gudstænastu ella møti.

Tað gav broytingar í samfelagið á St. Kilda, at har kom búfastur prestur. Fyri fyrstu ferð gav skipanin av Free Church nøkrum av oyggjabúgvunum serligt vald yvir hinum á oynni. “Elders” vóru tilnevndir av prestinum, og fyri eina bygd, sum hevði verið sum ein, kundi hetta skapa sundurlyndi. Mackay eggjaði hesum elders at fylgja við og at boða sær frá, um teir vóru varir við nakað frávik frá ásettu boðunum. “Tað leyp ólag í hendan dagin,” skrivaði Murray í 1886, “at forsangarin í kirkjuni varð sæddur fleiri ferðir at smílast ein heilagan sunnudag, og hann varð hóttir við at missa starvið. Hann viðgekk, at hann mátti grína, tá damparin kom, og hann sá ein av oyggjabúgvunum fáa bomm og tyggja tey á løgnan hátt. Sum tað var nakað at grína at!” 

Á meginlandinum funnust menn at teimum prestum, sum sendir vórðu til St. Kilda, tí teir vóru vánaligir, og serliga Mackay fekk lemjandi atfinningar. Alla tíðina, hann sat við embætinum, var hann álopin (og tað av røttum) av tveimum rithøvundum, John Sands og Robert Connell. Men tað var torført at finna fólk at fara út á St. Kilda: fá vóru til reiðar at ofra seg í navni Guds á einum altari, sum var so oyði og lítilsmett sum Hirta, og fyri teir, sum royndu at varðveita og skipa eina kirkju á St. Kilda, var ein og hvør prestur betur enn eingin. Teir prestar og trúboðarar, sum tóku av at fara, gjørdu tað ofta av serligum orsøkum. Teir vistu, at teir vórðu avbyrgdir frá at luttaka í intellektuella og mentanarliga lívinum á meginlandinum, men bundu seg til eitt hart og ólagaligt lív har úti. Men teir, sum fóru, vóru kanska motiveraðir til meira enn at prædika evangeliið. St. Kilda gav skinhalgum og fanatikarum møguleikan at prædika fyri fólkinum teirra persónligu kristnu sjónarmið uttan at óttast fyri, at har eins og á meginlandinum funnust kritiskar røddir at teirra tulkingum.

Fólkini á St. Kilda opnaðu ongantíð munnin at finnast at teimum prædikumonnum, sum sendir vórðu út á oynna, ella um tey dogma, sum teir bóru fram.  Avbyrgingin gjørdi, at tað var lætt at fáa fólkið at góðtaka læruna, hvønn trúarrætning hon enn umboðaði. Fólkið var trúfast móti síni kristnu trúgv og móti trúboðarunum. Órógv var komin í, ikki bert av prestum, men eisini av teimum, sum ynsktu at bøta um skaðan og royndu at linka um tað álvarsemi, sum var íkomið á oynni. Soleiðis vóru oyggjabúgvarnir ofta lastaðir fyri ta læru, teir hildu uppá, men ikki róstir fyri, hvussu væl teir fylgdu henni.

Í oktober 1889 fór presturin John Mackay av oynni. Hann var nú meira enn sjeyti ára gamal. Hann fór frá prestagarðinum, sum hevði verið hansara heim í fýra og tjúgu ár, og frá lítlu kirkjuni, sum nýliga fyri fyrstu ferð hevði fingið stólar til kirkjufólkið at sita á. Men kirkjan var eins og religiónsundirvísingin  á Hirta í sera vánaligum standi. Oyggjarfólkið græt, tá hann fór haltandi oman á bátin, sum skuldi føra hann aftur á meginlandið, har hann var borin í heim. Tá tey hjálptu honum í árabátin, sum skuldi føra hann út á damparan, segði hann, “Eg haldi tað er upp á tíðina, at eg fari frá teimum nú.”

Viðurskiftini bøttust rættiliga nógv við nýggja prestinum Angus Fiddes, sum kom út á oynna sama árið, sum Mackay fór. Hann umboðaði eina meira upplýsta og frælsa leið innan kirkjuna. Broytingin var kanska meira tann, at hereftir vóru tað yngri menn, sum vórðu sendir út, og at teir støðaðust ikki leingi. 

FRAMHALD

Harleywoodpaint