Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tøkniligt frambrot innan laksaaling

Kári Thomsen

Í grein í tíðarritinum Aquaculture er i vikuni grein um gjøgnumbrot innan alivinnuna har álvarsami lúsatrupulleikin nú er loystur. Frá árunum 2012 til 2015 gjørdi Veterinærinstituttet í Noreg kanningar av lúsatølum, deyða og vøkstri av alilaksi í 11 lokaðum nótum og við samanbering til 9 opnar nótir.

Stórskala royndir

Hetta er fyrsta nágreiniliga kanning, ið varð framd í aliøkum í Brønnoy og Bindal í Nordland, og har megin endamálið var at dokumentera fiskaheilsu og vælferð í lokaðum ringum, ið Akva Design hevur ment. Lokala skipanin hevur ein tattan posa í stødd 1500 til 3000m3, ið er hildin uppi við flótiringum. Vatn verður pumpað upp frá 25metra dýpi og inn í posan. Fóðurleivdir og skarn verður tikið upp og brúkt til framleiðslu av bioorku og tøum.

Kanningar vístu at vatn tikið á 25metra dýbd gava góða trygd móti laksalýsnum, eisini sjálvt um vatnið ikki bleiv filtrerað ella desinfiserað innan nýtslu.

Ongar lús í lokaðari skipan

Longu fyrsta árið á summri vísti seg at geva avbera góð úrslit, og har ongar lús vóru í lokaðu skipanini, meðan opna alinótin á sama stað hevði stóra lúsanøgd. Somu royndir eru nú gjørdar í seks ymiskum støðum við lokaðum nótum, og allar geva sama góða úrslit.

Arbeiðið varð gjørt millum Aquaculture Innovation og Akva Design og í samstarv við IRIS (International Research Institute of Stavanger), Norsk Havbrukssenter og Sinkaberg Hansen.

Verkætlanin prógvar eitt avgerandi tøkniligt gjøgnumbrot, og har tað fyrstu ferð er vísundaliga skjalprógvað, at laksur kann alast í lokaðum skipanum á sjónum, og soleiðis at lústrúpulleikin verður tileinkisgjørdur samstundis sum vøksturin og fiskavælferðin er avbera góð.

Aðrar áhugaverdar kanningar vóru gjørdar har alilaksur frá opnari nót og fullur í lús varð fluttur yvir í eina lokaða skipan. Og aðrar royndir vóru gjørdar har fiskur frá lokaðum skipanum var fluttur yvir í ein brunnbát, ið tók vatn inn í brunnin frá tveir metra dýbd og uttan filtur, ið hevði við sær at laksurin fekk eitt tveir tímar langt “bað” í sjógvi har stórt tal av lús vóru í vatninum.

Eingin varandi lúsaframleiðsla

Royndirnar vístu at lúsanøgdin í slíkum stuttum tíðarbilum ikki hevði við sær nakra varandi lúsaøking í teim lokaðu skipanunum. Nøgdin av lús minkaði støðugt til einki, og uttan at nakað lúsabasingarevni varð brúkt.

Nýklakt lúsalarva skal hava 18 dagar við 10 hitastigum fyri at menna seg til eina fult vaksna lús, meðan vatnið í lokaðu skipanini verður skift út annan hvønn til triðja hvønn tíma. Hetta merkir at lúsalarvan mest sýnligt er farin út í vatnskiftinum, og innan hon kundi menna seg til eina verunliga lús. Og greitt er eisini at ein lúsahópur, ið ikki fær nýggj egg ellar larvur, doyr av sær sjálvum.

Vernd móti lýsnum

Verkætlanin við lokaðum skipanum vísir greitt, at sjálvt um lús koma inn í lokaðar skipanir, so nørast tær ikki. Og orsøkin er einfalt at lúsin doyr, antin tí so fáar lús eru, ella at hon ikki finnir aðra lús at para seg við, ella át lúsalarvan verður tikin út við vatnskiftinum innan hon megnar at hefta seg til ein fisk.

Kannað varð eisini vekt og heilsa hjá alilaksinum, og vóru ongi neilig árin at staðfesta í lokaðu skipanini, líkasum ein betur vøkstur og betur heilsa kundi ávísast.

Skeivar íløgur í føroysku alivinnuni

Greitt er at lúsatrupulleikin ikki kann loysast við fleiri brunnbátum og áhaldandi nýtslu av eitrandi lúsabasingarevnum, líkasum ovurstórar íløgurr í smoltframleiðslan á landi eru burturspiltar, tí eingin vandi stendst av hava smolt í lokaðum skipanum á sjónum. Heilar oyggjar skulu drenast fyri feskt vatn og áhaldandi ovurstórar og køvandi skarnnøgdir leggjast á langt flestu av firðum okkara, ið hava dýpir innarlaga og við gáttum úti í fjarðarmunna.

Nýggj arbeiðspláss kunnu ikki heimiðlast við grundgevingum, at tað skal verða í lagi at halda fram at eitra og dálka firðirnar. Tí er einasta rætta í endurskoðari alilóggávu, at alivinnan fær í mesta lagi 3 ár at leggja um til lokaðar skipanir.

Greinin í Aquaculture nevnist: “Effective protection against sea lice during the protection of Atlantic salmon in floating enclosures”, og kann takast niður her:

http://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S0044848616304537

Kári Thomsen