Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunurnar fara avstað við einum vaksandi part av skattinum

Helgi Abrahamsen

Í 1993 var botnfrádrátturin í kommunuskattinum og landsskattinum tann sami. Tá rindaðu føroyingar ongan skatt av fyrstu tjentu 22.500 krónunum. Í dag er støðan ein onnur.

Í 1993 var botnfrádrátturin í kommunuskattinum og landsskattinum tann sami. Tá rindaðu føroyingar ongan skatt av fyrstu tjentu 22.500 krónunum. Í dag er støðan ein onnur. Nú hava kommunurnar ein botnfrádrátt á 30.000 krónur, meðan landsskatturin byrjar, tá inntøkan fer uppum 65.000 krónur.

Hetta sæst á svari, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður, hevur fingið í einum § 52a fyrispurningin, sum hann setti Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.

Svarið vísir, at meðan kommunurnar í 1993 fingu 42 prosent av øllum lønarskattinum, sum føroyingar rindaðu tað árið, so fáa tær nú 58 prosent av hesum skattinum.

Jenis av Rana sigur í viðmerkingunum til spurningin, at frá politiskari síðu hevur ofta verið víst á, at lægstu inntøkurnar gjalda lítið í landsskatti, tí botnfrádrátturin er hækkaður seinastu árini, men at tey gjalda nógv í kommunuskatti, har botnfrádrátturin í mong ár ikki er broyttur.

“Farna árið hava vit aftur og aftur hoyrt um óvæntaðu meirinntøkurnar og yvirskot á rakstrinum hjá nógvum kommunum, tó uttan at hesar tykjast sinnaðar at vilja veita borgarum sínum fíggjarligan lætta,” sigur Jenis av Rana.

Serliga løgið heldur hann hetta vera um til dømis hugt verður at skattatølum hjá Tórshavnar kommunu. Jenis av Rana heldur, at skattaprosentið har kundi saktans verði 2 % lægri, uttan at kommunan vildi fingið trupulleikar av tí í dagliga rakstrinum.

Eftir botnfrádráttin er landsskatturin stigvaksandi. Tað vil siga, at hægstu inntøkurnar rinda eitt hægri prosentgjald, meðan kommunuskatturin er tann sami fyri allar inntøkubólkar.