Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her ber til at tekna seg til FAROEXPO

Danial Viðoy

Tað er nú minni enn ein mánaði til stóru ráðstevnuna.

TIL BER AT MELDA SEG TIL HER

Fyrireikararnir skriva soleiðis um ráðstevnuna:

Minst til at seta 28. oktobur av til ráðstevnuna á Faroexpo 2016. Høðvusheiti á Ráðstevnuni í ár er:

Almenni geirin ein avbjóðing í føroyska búskapinum.

við undirheitunum:

– Lýsing av støðuni.

– Avbjóðingar – Gongdar leiðir

– Hvat gera okkara grannalond.

Nú alt fleiri almennar uppgávur verða lagdar út til kommunurnar at umsita, seta vit spurningin, hvørjar avbjóðingar og hvørjir møguleikar liggja í hesum skiftinum.

Er støddin á almenna geiranum ein hóttan móti vælferðini í føroyska búskapinum, ella er hetta rætta løtan til nýhugsan á økinum? Spurningarnir eru nógvir, sum kunnu reisast í hesum sambandi, og tí vænta vit eina spennandi og avbjóðandi ráðstevnu um hetta evni.

Ráðstevnan verður í ár hildin á føroyskum, men tað verður gjørligt at hoyra enska umseting beinleiðis umvegis oyrabúffar. Skrá fyri ráðstevnuna kemur seinni.

Fyrri parturin av ráðstevnuni er fyrilestrar, har evnið kemur at blíva lýst:

Fyrilstrarhaldararnir verða Ben Arabo, Leon Lerborg og Marita Rasmussen.

Seinni partur er eitt áhugavert kjak. Í kjakpanelinum verða :

Marita Rasmussen, Ben Arabo og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum. Orðstýrari verður Uni Arge

Ráðstevnu luttakararnir fáa sjálvsagt høvi at luttaka í kjakinum.