Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betra um umstøðurnar hjá Ambulansatænastuni

Óli M. Lassen

Fyri at økja um reaktióstíðina hjá sjúkrabilunum er neyðugt at tey fáa varma í sjúkrabilarnar, tí er neyðugt at Kommunan veitir hesa tænastu. Tað ber ikki til at fara út á náttartíð og skava kava og frost av rútunum og missa týdningarmiklar minuttur tá neyðstøða uppstendur. Og sjúklingurin samstundis eisini verður lagdur í eina kalda kabinu.

Seinastu tíðina tá eg var formaður í Teknisku Nevnd, fekk eg áheitan frá portørunum um at fáa sett hetta í verk. Eg arbeiddi saman við umsitingini við hesum málið, men við tað at setan var um at enda, komu vit ikki á mál. Nú eg eri uppstillaður aftur, fari eg aftur at arbeið við hesum málið um eg komi í býráðið. Fólk innan sjúkraflutningstænastuna hava vent sær til mín við hesum máli. Tað er spell at vit ikki komu á mál. Í dag kunnu vit staðfesta at kommunurnar vesturi í Vágum hava sett hesa tænastu í verk. Hetta kann lesast á vaga.fo sum eg endurgevi her:

Varmi í sjúkrabilunum í Vágum alt døgnið

Kommunurnar í Vágum hava gjørt avtalu við Sjúkraflutningstænastuna um, at kommunurnar rinda fyri at halda bilarnar heitar, tá teir standa stillir.

Fólkið, sum koyrir sjúkrabilarnar, hevur tilkallivakt frá kl. 16.00 seinrapartin til kl. 8.00 á morgni. Hesa tíðina standa sjúkrabilarnir heima hjá teimum, sum hava vakt, so teir kunna vera skjótir á staðið, tá brúk er fyri tí.

Meðan bilarnir standa heima, verða teir hitaðir við el. Tað er hesa elnýtslu, sum kommunurnar rinda fyri.

Kommunurnar hava valt at átaka sær hesa útreiðslu fyri at betra um tænastuna til borgararnar í Vágum.

Vinarliga

Óli M. Lassen