Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar fáa væntandi FM steypið leygardagin

Jákup Ósá

Tapa KÍ kvinnurnar ikki óvanliga stórt, so vinna KÍ kvinnurnar enn eitt føroyameistaraheitið leygardagin.

Tað bendi leingi á, at hetta fór at blíva FM dysturin, tá EB/Streymur/Skála í seinasta umfarinum skuldi spæla í Klaksvík. Men KÍ hevur víst meira støðugt spæl og vunnið allar dystirnar seinastu tíðina. Tí situr KÍ við sera góðum kortum undan seinasta dystinum, tí hóast KÍ bara eru 3 stig frammanfyri undan dystinum leygardagin, so er málúrtøkan so mikið góð, at EB/Streymur/Skála skal vinna við minst 20 málum fyri at vinna FM. Og tað sigur søgan okkum, at tað undir vanligum umstøðum ikki hendur.
Tí fáa KÍ kvinnurnar væntandi FM steypið í Klaksvík leygardagin. Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 11.30.   
Harleywoodpaint