Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús hava altíð verið sjálvstýrandi eindir

Nordlysid

Tað hevur ongantíð verið so, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum eisini hevur verið leiðsla á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Veruliga lokala leiðslan lá tá hjá lokalum sjúkrahússtýrum, sum tóku allar stórar avgerðir fyri smærru sjúkrahúsini. Tí er tað ein kollvelting og nakað heilt nýtt, sum als ikki er roynt áður, um núsitandi landsstýrissamgonga ætlar at leggja Klaksvíkar Sjúkrahús undir eina sentrala leiðslu á Landssjúkrahúsinum.

Tað hevur ongantíð verið so, atleiðslan á Landssjúkrahúsinum eisini hevur verið leiðsla á KlaksvíkarSjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Veruliga lokala leiðslan lá tá hjá lokalum sjúkrahússtýrum,sum tóku allar stórar avgerðir fyri smærru sjúkrahúsini. Tí er tað einkollvelting og nakað heilt nýtt, sum als ikki er roynt áður, um núsitandilandsstýrissamgonga ætlar at leggja Klaksvíkar Sjúkrahús undir eina sentralaleiðslu á Landssjúkrahúsinum.

 

 

Tað ljóðar so óskyldugt,tá ið ein hoyrir Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, siga, at nú er næstan fullpolitisk semja um eina leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini, tí í sama andadráttiverður eisini sagt, at soleiðis hevur tað jú verið fyrr, so hví skulu vit ikkigera tað sama aftur nú?

 

Men hesin pástandurbyggir í besta lagi á ein hálvan sannleika, og hálvir sannleikar eru sumkunnugt eitt tað mest vandamikla, tí teir líkjast sannleikanum, men eru íveruleikanum heilar lygnir.

 

Veruleikin í hesum málier ein heilt annar, og hetta er orsøkin til, at eg kenni meg noyddan til attríva í pennin fyri at rætta henda søguliga skeivleika.

 

Sjúkrahússtýrini stýrdu KS og SS

Jú, tað er so, at framtil 1997 var ein sjúkrahússtjóri, sum formliga var omanfyri allar leiðararnar(tá umsjónarmenn) á teimum trimum sjúkrahúsunum, men her má havast í huga, ogtað er ógvuliga avgerandi, at til 1997 høvdu øll sjúkrahúsini eisini hvør síttsjúkrahússtýri.

 

Stýrið fyriLandssjúkrahúsið var tó ikki virkið, eins og stýrini fyri Suðuroyar Sjúkrahúsog Klaksvíkar Sjúkrahús vóru. Helst tí tað ikki var neyðugt, tí eins og í dag,komu játtanir og vælvild altíð til Landssjúkrahúsið nærum av sær sjálvum.

 

Hinvegin vóru stýrini áSuðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi ógvuliga virkin og sentralurpartur av leiðsluni. Ovasti sjúkrahússtjórin var skrivari í stýrunum (teirrasekretariat), meðan umsjónarmaðurin umsat øll gerandis viðurskifti. Var nakaðserligt á vási, kom stýrið tó saman, t.d. at seta læknar o.m.a.

 

Sostatt var táverandifelags sjúkrahússtjórin fyri øll 3 sjúkrahúsini mest av øllum at javnmeta viðaðalstjóran í Heilsumálaráðnum í dag, tvs. at vit í dag longu hava funktiónina“savnandi sjúkrahússtjóri”, sum kann samanberast við støðuna til 1997. Bert ertann munur, at sjúkrahússtýrini mangla, og sjúkrahússtjórarnir hava í dag nógvarav teimum heimildum og uppgávum, sum sjúkrahússtýrini høvdu.

 

Leiðslan á LS ongantíð verið leiðsla á KS

Um tað veruliga er sogalið, at landsstýriskvinnan ætlar at gera leiðsluna á Landssjúkrahúsinum tileisini at vera leiðsla á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, so ertað ein kollvelting og nakað heilt nýtt, sum ongantíð hevur verið galdandiáður, og sum undir ongum umstøðum fer at kunna góðtakast.

 

Tað hevur nevniliga ongantíðáður verið galdandi, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum eisini er leiðsla áKlaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Sjúkrahúsini hava altíð veriðsjálvstýrandi, autonomar eindir, ið hava havt ábyrgd av egnari menning og egnumrakstri.

 

Tað, ein sentral leiðslafer at hava við sær, er ikki trupult at ímynda sær. Tá felagsleiðslan skalspara og rationalisera, sum øll stýring jú snýr seg um, so verður tað áSuðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at virksemi verður lagt niður.Hetta er tí nakað, sum vit, sum eru góð við og síggja stóra virðið í lokalusjúkrahúsunum, als ikki fara at góðtaka.

 

Tíbetur havi eg  tað álit á landsstýriskvinnuni, at hon ikkifer at gera eina so ringa gerð ímóti Suðuroyar Sjúkrahúsi og KlaksvíkarSjúkrahúsi og teimum borgarum, sum fáa sínar heilsutænastur haðani.

 

Harvið er ikki sagt, atsjúkrahúsini ikki skulu samstarva. Samstarv verður bara ikki skapt við atleggja tveir partar undir tann triðja – tað er ikki samstarv, menvaldsyvirtøka. Samstarv krevur hinvegin, at partarnir vilja samstarva, at teirvirða hvønn annan, og kenna ábyrgd og skyldur hvør fyri øðrum. Heilsumálaráðiðhevur her ein týðandi leiklut at seta reglur og tryggja, at samskipanin millumsjúkrahúsini virkar sum ætlað. – Ein leiklutur, sum eg veit at tey sera vælmegna, og sum eg vil ynskja teimum bestu eydnu við.

 

Klaksvík 8. oktober 2016

 

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri