Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Herálvur Joensen aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum

Danial Viðoy

Tíðindaskriv – Løgmansskrivstovan: Løgmaður hevur í dag sett Herálv Joensen í starv sum aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Herálvur er 54 ára gamal. Hann er útbúgvin løgfrøðingur á Københavns Universitet, og hevur harumframt eina master í altjóða lóg.

Seinastu árini hevur Herálvur verið stjóri á Føroya Reiðarafelag.

Hann hevur royndir sum aðalstjóri í bæði Oljumálaráðnum og Fiskimálaráðnum. Eisini hevur hann verið deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, stjóri fyri uttanríkistænastuna og eitt skifti sendimaður Føroya í Keypmannahavn.

Herálvur Joensen byrjar í nýggja starvinum 1. januar 2017.

Harleyfacadeacryl