Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyameistarastemningur í Eysturkommunu

Jákup Ósá

Víkingur nærkast sínum fyrsta føroyameistaraheitið í søgu felagsins og tað merkir longu stemningin í Eysturkommunu, sum minnir sum stemningin undan steypafinaluni fyrr í ár.

Sunnudagin verður næstseinasta umfar í Effodeildini leikt. Víkingur tók oddaessin eftir seinasta umfar og tað er fyrstu ferð síðani 9. umfar, at Víkingur liggur á odda. Síðani Víkingur bleiv stovnað í 2008 hevur felagið ongantíð verið so nær við at vunnið eitt føroyameistaraheitið. Alt liggur í teirra hondum og vinna teir tveir teir seinastu dystirnar móti liðum, sum liggja nummar 4 og 9 á stigatalvuni, so er meistaraheitið í hús.

Tað merkir eisini stemningin í Eysturkommunu, at felagið nærkast sínum dreymaúrslitið í landskappingini. Í dag sóust tunnur við Víkinga merkinum bæði í Leirvík, Norðragøtu og Syðrugøtu. Hetta skapar ein stemnning, sum Víkingar vanliga gera til steypafinaluni. So eingin ivi um, at tað er ein serligur fótbóltsstemningur í Eysturkommunu, tó hóast hetta bleiv árið, har Víkingur tapti sína fyrstu steypafinalu í søgu felagsins, so kann hetta blíva árið, har felagið vinnur sítt fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins og tá er talan um besta og helst størsta árið í søgu felagsins.

Myndin er tikin í Leirvík í dag