Froja og Sarah hava júst útgivið sjónbandalag til sangin “Venner” á teirra Youtube kanal. Sjónbandalagið er upptikið í Føroyum í summar.
Froja og Sarah hava júst útgivið sjónbandalag til sangin “Venner” á teirra Youtube kanal. Sjónbandalagið er upptikið í Føroyum í summar.
Tað skrivar ein av “umboðsmonnum” teirra, pápi Fríðu, til miðlarnar.
Genturnar hava sjálvar skrivað sangin, upptøkurnar eru gjørdar í Medley Studios.
Sangurin Venner, og ein karaoke útgáva, verður tøkur á øllum streaming tænastum (td. iTunes, Spotify, Tidal) í komandi døgum.
Froja og Sarah spældu á Summarfestivalinum í summar og vóru ómetaliga væl móttiknar. Í seinasta Strok barnablaðnum var grein um genturnar, umframt ein stórsligin plakat.
Genturnar eru í hesum døgum í upptøkuhølunum og taka upp ein nýggjan jólasang, ið væntandi verður útgivin miðjan november.
Sosialu miðlar:
https://www.instagram.com/froja_og_sarah_mgp_2016/
https://www.facebook.com/Froja-Sarah-MGP-2016-137924936564602/




