Í einda tíð hevur Google Street View bilurin ferðast runt í Føroyum, og tikið myndir av føroysku vegunum.
Í hesi vikuni hevur bilurin verið í Sunda kommunu og tikið myndir. Tað er Landsverk sum saman við Visit Faroe Islands og Google standa fyri myndatøkunum á almennu vegunum.
Á hesi myndini, sum er tikin týsdagin uttanfyri kommunuskrivstovuna á Oyrarbakka, eru Sjúrður Steinhólm og Jana Petersen, starvsfólk hjá Landsverki, sum henda dagin koyrdu bilin, og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.
Bilurin skuldi seinni sama dag taka myndir á vegnum til Tjørnuvíkar.




