Vinna Víkingar sínar báðar seinastu dystir, so hevur liðið fingið minst 7 stig móti 7 av teimum 9 mótstøðuliðunum í Effodeildini.
Stigatalvan í løtuni er hendan:
1. Víkingur
2. KÍ
3. NSÍ
4. B36
5. HB
6. ÍF
7. TB
8. Skála
9. AB
10. B68
So nógv stig hevur Víkingur fingið móti ymisku liðunum:
2. KÍ – 0 stig
3. NSÍ – 6 stig
4. B36 – 6 stig (mangla ein dyst)
5. HB – 7 stig
6. ÍF – 7 stig
7. TB – 9 stig
8. Skála – 9 stig
9. AB – 4 stig (mangla ein dyst)
10. B68 – 7 stig
Sum sæst her, so kann Víkingur við sigri í teimum báðum seinastu dystunum koma uppá minst 7 stig móti 7 av teimum 9 mótstøðuliðunum. Móti NSÍ fekk Víkingur 6 av 9 stigum, meðan KÍ er einasta liðið, sum Víkingur ikki hevur havt innanhýsis yvirtakið á. Tó eru tað bara tvey lið, sum Víkingur hevur gjørt slætt borð ímóti og tað eru TB og Skála. B36 kann blíva triðja liðið, um Víkingur vinnur sunnudagin.




