Slóðbrótandi tiltak fyri skapandi fólk og vinnur verður í Tórsgøtu í Havn vikuskiftið 28. til 30. oktober 2016.
Style Jam er avbjóðingin har stílistar, designarar, skraddarar, fotografar, filmsfólk, frisørar, make-up artistar o.o. arbeiða saman um at skapa bestu stílingarnar, har kravið eisini er at gera pløgg og tilhoyr til settini.
Farið verður til verka fríggjakvøldið 28. oktober 2016 kl. 17.00 og hildið verður á til sunnudagin 30. oktober kl. 17.00. Úrslitini verða løgd fram fyri dómarunum sunnukvøldið kl. 18.
Vinnandi bólkurinsleppur at gera mótasíðurnar til januarblaðið 2017 hjá Kvinnu og til Keypmannahavnar at síggja mótashowið AW18 hjá Barbaru í Gongini í februar 2017. Harumframt fær vinnandi bólkurin ráðgeving frá Hugskotinum og innivist har eisini
Hetta verður eitt vikuskifti
• við fokus á kreativiteti, design og stíling
• við øðrum, sum hava sama áhuga sum tú, so tú kanst netverka og skapa samstarv
• við menning av klæðum og tilhoyri
• við altjóða viðurkendum dómarum
Tað eru Sýran Design, Kvinna og Hugskotið, ið saman vilja menna vitan og samstarv innan design, stíling og kreativitet.
Tiltakið er ókeypis.
Øll yvir 16 ár eru hjartaliga vælkomin.
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til hugskotid@torshavn.fo
Kunnandi fundur verður í Reinsarínum mikukvøldið 19. oktober kl. 19.
Fylg við á Facebook.com/stylejamfo og Instagram: stylejamfo




