”Hetta gevur ábendingar um, at føroyskir myndugleikar ikki virða ta skipan, vit virka undir við ábyrgdarbýti millum føroyskar og danskar myndugleikar.” Tað sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður, í viðmerkingunum til ein munnligan fyrispurning, sum hann fer at seta løgmanni.

Bill Justinussen vísir í viðmerkingunum á, at 23. septembur hevur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum fingið bræv frá danska Vinnumálaráðharranum Troels Lund Poulsen um, at uppskotið um føroyskt váðaráð er í stríði við ábyrgdarbýtið millum føroyskar og danskar myndugleikar. Hetta brævið er komið landsstýriskvinnuni í hendi, áðrenn álit varð skrivað í fíggjarnevndini um málið, men kortini hevur landsstýriskvinnan ikki upplýst fíggjarnevndina um brævið.
Bill Justinussen vil tí hava løgmann at svara hesum trimum spurningum:
1. Hvørjar mannagongdir hevur løgmaður og landsstýrisfólk, tá ósemja er um ábyrgdarbýtið millum danskar og føroyskar myndugleikar?
2. Góðtekur løgmaður, at eitt uppskot um Váðaráð verður skundað ígjøgnum Løgtingið, áðrenn semja er funnin um ábyrgdarbýtið?
3. Hvørjar avleiðingar fær tað fyri samstarvið millum føroyskar og danskar myndugleikar, um lóggivið verður í stríð við semju um ábyrgdarbýtið?