Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nærkast 500 fólkum til KÍ ársveitsluna

Jákup Ósá

Vegna stóra áhugan vera 50-60 atgongumerkir afturat sett til sølu til ársveitsluna hjá KÍ, sum verður leygarkvøldið.

Tummas Lervig er formaður í KÍ og eisini partur av veitslunevndini. Hann sigur, at áhugin fyri ársins veitslu hevur verið nógv størri enn vanligt. Eisini hóast KÍ fyri eini tíð síðani misti oddasessin í Effodeildini.

– Vegna sera stóra áhugan fyri veitsluni, so hava vit koyrt 50-60 atgongumerkir afturat til sølu í Fast, so har fáast atgongumerkir fyri 350 krónur í kvøld og kanska í morgin afturat, sigur Tummas Lervig og leggur afturat, at tá hesi atgongumerkini vera seld, so vera umleið 500 fólk teknað til ársins veitslu og tað er nógv tað mesta hesi seinastu árini.

So skal ein við til ársveitsluna hjá KÍ í ár, so ræður um at skunda sær, nú ein eyka møguleiki er komin.