Magni Arge, sum er fyrrverandi stjóri í Atlantic Airways skilir ikki hvussu Vága Floghavn ”… fegnast um at leggja asfalt til SAS….”, og formaðurin í Fólkaflokkinum setur spurnartekin við leiklutin hjá Vága Floghavn, sum hann ákærir fyri at umboða SAS
Magni Arge, sum er fyrrverandi stjóri í Atlantic Airways skilir ikki hvussu Vága Floghavn ”… fegnast um at leggja asfalt til SAS….”, og formaðurin í Fólkaflokkinum setur spurnartekin við leiklutin hjá Vága Floghavn, sum hann ákærir fyri at umboða SAS
Í føroyskum politikki ber alt til. Fyri nøkrum fáum árum síðan helt ein samfeld politisk skipan tað verða skilagott at privatisera Atlantic Airways, tí Føroyar skuldu verða miðdepil í altjóða flúgving og samstundis gjørdi danski staturin stórar íløgur í Vága Floghavn, fyri at menna flogvøllin tøkniliga og leingja sjálva lendibreytina. Hetta var gjørt so at Vága Floghavn kundi taka móti størri flogførum og harvið fáa størri kapping á Føroya rutuni. Men privatiseringin av Atlantic Airways fór í ommu sína og politiska skipanin kúvendi soleiðis, at landið keypti privatu íleggjararnar úr felagnum. Úrslitið er at vit í dag hava eitt alment felag, sum í veruleikanum hevur monopol á flogsambandinum til útheimin.
Vága Floghavn, sum umsitur milliarda íløguna í Vága Floghavn, hevur alment boða frá at teir hava arbeitt hart fyri at fáa fleiri flogfeløg og harvið meira umsetning og flogferðslu til Føroyar, og nú arbeiði ber frukt er politiska skipanin farin í svart.
Í lesarabrævi til miðlarnar kallar Magni Arge, fólkatings-, og løgtingslimur, fráboðanina frá SAS , fyri eitt ”….frontalt álop á føroyska felagið….”
Fyrrverandi stjórin í almenna føroyska flogfelagnum Atlantic Airways,ger nógv burtur úr at SAS fær almennan stuðul úr ríkiskassunum og at felagið er sanera við skattapeningi, sum annars er júst sama søgan hjá Atlantic Airways.
Fólkatingsmaðurin er neiligur um tað at landsstýrismaðurin fyri samferðslu møtti upp á tíðindafundinum hjá SAS og at hesin loyvdi sær at fegnaðist um nýggja átakið.
Og hann fær stuðul frá formanninum í Fólkaflokkinum, sum hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning, har hann m.a. spyr:
…Er landsstýrismaðurin vitandi um, at Vága Floghavn herfyri beyð privatum fyritøkum og almennum stovnum til fundar, og at tá umboð fyri stovnar og fyritøkur møttu upp, tók Vága Floghavn ímóti og leiddi tey til umboð fyri SAS, so hesi kundu fáa samband við stórkundarnar hjá Atlantic Airways?
Magni Arge óttast gongdina:
…. Mín stúran liggur meiri á tí politiska økinum, tí eg haldi, at okkum í Føroyum tørvar eina greiða kós í flogferðslupolitikki. Sambandið við umheimin og inntøkurnar frá flogvinnu eru týðandi partar av búskapinum og hava tí uppiborið eina seriøsa politiska viðgerð.
Fyrrverandi stjórin óttast eisini fría kapping á flogferðsluøkinum:
…. Hóast tann einstaki ferðandi fær fyrimun av kappingini, er tað ikki vist, at fongurin verður so stórur fyri landsbúskapin, tí arbeiðsplássini og virksemið, sum knýtir seg at flogvinnuni, flyta við flogfelagnum, sum fær ferðafólkini. Og nógv tann størsti parturin av búskaparliga íkastinum frá flogvinnuni í dag kemur frá Atlantic Airways, tí har starvast úti við 200 fólk….
…. Bara at leggja asfalt til útlendskar operatørar kann skjótt gerast ein sorgarsøga fyri bæði føroysku flogvinnuna og í longdini eisini ferðasambandið úteftir, tí garanturin fyri kapping og framburði á økinum er ein væl útborin føroysk flogvinna…..
Jørgen Niclasen er eisini bangin um SAS kann hava fingið sersømdir í samband við húsaleigu:
– Kann landsstýrismaðurin vátta, at SAS ikki hevur fingið nakrar sersømdir fram um Atlantic Airways viðvíkjandi prísum á gjøldum, serligum marknaðar átøkum og til dømis húsaleigu?
ALT BER TIL
Einki felag í landinum hevur slíkar sømdir sum Atlantic Airway. Starvsfólk hjá Atlantic Airways situr enntá í føstum starvið á Landssjúkrahúsinum har tað umsitur allar ferðir hjá føroyskum sjúklingum og bookar fólk beinleiðis til flogfelagið. Landskassin rindar.
Vit hava sæð tað so ofta fyrr. Tú kanst verða fyri fríðari kapping, men óttast vinnuna. Tú kanst tala fyri loysing og sjálvbjargni, men fara til Danmarkar at biðja um pengar til fullveldi. Løgtingið kann samtykkja lógaruppskot, sum eru so fløkt løgfrøðiliga at tey ongantíð verða sett í gildi og politikkarar kunnu enntá verða Javnaðarmenn í Havn, men ikki á Tvøroyri.
Avleiðingin av hesum er at tað er sera trupult at hava seriøst og íløgukrevjandi vinnuvirksemið í Føroyum og tí er føroyska samfelagið stóri taparin.




