Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hummaramaður kastar handklæðið í ringin

Helgi Abrahamsen

Elmar Simonsen, sum fiskar hummara í Hvannasundi, lýsir nú hummaraloyvið til sølu.

Elmar Simonsen, sum fiskar hummara í Hvannasundi, lýsir nú hummaraloyvið til sølu.

“Tað er blivið heilt forferdiliga keðiligt,” sigur Elmar.

“Fyrr hevði eg 140 rúsir og kundi fáa 140 kilo, tá tað var best. Nú havi eg 500 rúsir og fái kanska 30 kilo. Tað er ein øðilig broyting,” sigur hann.

Elmar hevur 28 fót bátin, Neshamar, og hann hevur fiskað hummara í meira enn 20 ár, men nú kennir hann seg noyddan at selja.

“Eg selji hummaraloyvið, tí tað er einki pláss eftir á fjørðinum,” sigur hann, og vísir til virksemið hjá alarunum. Hann ivast tó í, um nakar vil keypa loyvið frá honum, sum støðan er.

“Tað økið sum mann plagdi at fáa mest á, tað er burtur, so tað er ræðuliga trupult,” sigur Elmar.

Fekk ikki loyvi at fiska í tríggjar mánaðir

Tey seinastu árini hevur Elmar næstan bara fiskað hummara, tó hevur hann eisini róð eitt sindur út, men eisini útróðurin hevur givið lítið tey seinnu árini.

“Í summar bleiv alt økið stongt orsaka av ILA-smittu, so í tríggjar mánaðir fekk eg ikki loyvi at taka hummarar uppá land, og nú skal hummarin hanga í fimm dagar í bátahylinum, áðrenn eg kann flyta hann til Kollafjarðar. Tað er okkurt sum Heilsufrøðiliga starvsstovan er komin við,” sigur Elmar.

Sjálvt aftaná at eingin hummari er fiskaður í økinum í tríggjar mánaðir er einki at fáa, og Elmar hevur nú mist mótið.

“Fjørðurin er steindeyður. Eg eri farin frá 140 kg niður á 10 kg,” sigur Elmar, sum hevur eina kvotu á 6,4 tons.

“Fyrr fekk eg eini 500 – 1.000 kilo um mánaðin, nú fær mann ikki 1.000 kilo í eitt heilt ár,” sigur hann. Ein munur er tó, at fyrr varð bara roynt eftir hummara í 6 mánaðir av árinum.

Í gjár tá Norðlýsið tosaði við Elmar Simonsen hevði hann drigið 250 rúsur, og hevði fingið umleið 10 – 15 kilo.