Løgtingið hevur í dag havt ófráboðaðar fyrispurningar á skránni.
Løgtingið hevur í dag havt ófráboðaðar fyrispurningar á skránni.
Fyrsta fyrispurningurin var frá Sonju Jógvansdóttir. Hon spurdi Henrik Old, landsstýrismann um útlendingar, sum arbeiða í Føroyum.
“Hvat verður gjørt fyri at tryggja rættindini hjá útlendsku arbeiðsmegini í Føroyum?” spurdi hon. Hon nevndi møguleikan, at fakfeløgini kundu gjørt eitt ávíst eftirlitsarbeiði, fyri at tryggja, at hesi fólkini hava góð kor á arbeiðsmarknaðinum.
Henrik Old svaraði, at tá arbeiðsloysið fer niður um eitt ávíst prosenttal, so verður lættari hjá ES-borgarum at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. Ein arbeiðsbólkur er settur at arbeiða við hesum málinum, men landsstýrismaðurin helt, at tað at lata fakfeløgini hava eftirlitsmyndugleika við hesum, fór ikki at vera lætt at seta í verk.
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður segði undir orðaskiftinum, at tað týdningarmesta er, at tey sum koma hendavegin at arbeiða, læra føroyska málið. Men tað helt Henrik Old vera at blanda tingini saman.
“Vit kunnu ikki krevja, at fólk sum bara skulu vera her í tríggjar mánaðir læra seg føroyska málið,” segði hann.
Sonja Jógvansdóttir segði, at tað sum fakfeløgini og arbeiðsmarknaðurin uppliva er, at tað er einki eftirlit við, um treytirnar fyri lønini verða hildnar og um tey liva undir liviligum umstøðum.
“Vit hava sæð fleir dømi í Føroyum, har viðurskiftini ikki hava verið í lagi,” segði hon.




