ST-aðalfundur er í hesum døgum í New York. Fyri løgtingið luttekur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum.
Hon fekk í morgun farloyvi frá løgtinginum og tí hevur Jóan Magnus Rasmussen tikið sæti.
Á Løgtingsvalinum fyri ári síðan, fekk Jóan Magnus Rasmussen 278 atkvøður og gjørdist 1. varamaður hjá Fólkaflokkinum.




