Arbeitt verður við at fáa persónsupplýsingarnar heimaftur, men enn er ikki avgjørt, hvussu hetta verður gjørt. Tað kom fram í løgtinginum í gjár
Arbeitt verður við at fáa persónsupplýsingarnar heimaftur, men enn er ikki avgjørt, hvussu hetta verður gjørt. Tað kom fram í løgtinginum í gjár, tá Poul Michelsen, landsstýrismaður, svaraði einum ófráboðaðum fyrispurningi frá Ruth Vang, løgtingskvinnu.
Ruth Vang spurdi Poul Michelsen hvussu tað gongur við arbeiðinum at flyta persónsupplýsingarnar heimaftur, sum fyri nøkrum árum síðani vórðu fluttir av landinum.
Poul Michelsen svaraði, at nøkur fólk eru sett at arbeiða við at finna útav, hvussu hetta arbeiðið kann gerast, og ætlanin er, at arbeiðið skal verða liðugt í heyst.
“Eg havi fingið eina ávegis kunning, men hetta er bara ein forkanning,” segði Poul Michelsen.
Bárður Nielsen, løgtingsmaður, vísti á, at sambart peningastovnunum verður talan um eina stóra útreiðslu, sum fólkið í Føroyum skal gjalda, um alt verður flutt heimaftur. Hann helt tað tó vera gott, at vit fáa nakað at taka støðu til.
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, spurdi, um aðrir møguleikar eru, sum kunnu gera tað bíligari at taka upplýsingarnar heimaftur.
Ruth Vang segði, at fortreytirnar fyri at flyta hetta av landinum hava ikki hildið.
“ Eg síggi fyri mær, viðvíkjandi trygdini, at ein partur kemur aftur, meðan ein annar partur ikki fylgir við,” segði hon. Hon vísti millum annað á, at gjaldskortini hava ligið hjá Nets, men har er eisini komið fram ta seinastu tíðina, at lekar hava verið.
Poul Michelsen segði, at útmeldingarnar um avleiðingarnar av at taka hetta økið heimaftur hava verið nógvar og mótsigandi, so hvørjum skulu vit trúgva?
“Eg rokni við at ein part loysir tað seg at taka heim aftur, og ein annan part loysir tað seg ikki at taka heimaftur,” segði hann.




