Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Danska vaskikonan rindar valstríðið hjá føroyskum flokkum

Helgi Abrahamsen

Á tingfundinum í gjár reisti Kári P. Højgaard, løgtingsmaður spurningin um stuðulin, sum nakrir politiskir flokkar í Føroyum fáa frá Fólkatinginum.

Á tingfundinum í gjár reisti Kári P. Højgaard, løgtingsmaður spurningin um stuðulin, sum nakrir politiskir flokkar í Føroyum fáa frá Fólkatinginum.

“Ríkisumboðsmaðurin segði tinginum 20. oktober, at føroyskir politiskir flokkar søktu um og fingu stuðul til sítt virksemi frá danska statinum. Hetta er við heimild í eini lóg, Partistøtteloven, sum er galdandi í Danmark. Henda lóg er mær kunnugt ikki lýst í Føroyum,” segði Kári P. Højgaard. Hann spurdi løgmann, um hann helt tað vera í lagi, at danski staturin á henda hátt stuðlar politiskum flokkum her á landi eftir eini lóg, sum ikki er lýst í Føroyum.

Løgmaður svaraði, at hann helt tað ikki vera nakran juridiskan trupulleika, at lógin ikki er lýst í Føroyum. Hann samanbar hetta við, at vit senda menningarhjálp til lond, sum ikki hava lýst okkara lógir.

Magni Arge, løgtingsmaður, segði, at tað er umráðandi at flokkar sum vilja loysa, eru umboðaðir á Fólkatingi, og at hesir fylgja teimum spælireglunum, sum eru galdandi har.

Kári P. Højgaard segði, at hann helt tað vera sera løgið, at summir flokkar siga tað vera stóra skomm, at vaskikonan á Vesturbrúgv skal fíggja vælferðina í Føroyum, men ikki skomm, at sama vaskikona skal fíggja valstríðið hjá politiskum flokkum í Føroyum.

Flokkar sum á fólkatingsvali fáa fleiri enn 1.000 atkvøður kunnu fáa 30,75 krónur um árið úr danska ríkiskassanum fyri hvørja atkvøðu.