Í Norðlýsinum mikudagin hin 26. oktober las eg áhugaverda grein um “Biskupstorg”, sum Finn Kjølbro hevur skrivað.
Í greinini skrivar Finn Kjølbro, at arkitekturin aftanfyri projektið gav nýggja økinum navnið “Biskupstorg”, tí okkurt navn skuldi projektið hava, men Finn skrivar, at navnið “Biskupstorg” er sprottið burturúr aldargamla upprunanavninum “Biskupsstøð”.
Gøtunavnanevndin varð ikki eftirspurd men tók kortini málið upp og sendi býráðnum skriv, sum ikki vórðu viðgjørd, og ikki fyrr enn nevndin trýsti á, kom svar, at økið skuldi eita: “Biskupstorg”.
Sjálv havi eg ikki givið mær stórvegis far um nýggja navnið men helt tað vera snøgt og vakurt, og bygningurin er tætt við Biskupsstøð, men nú eg í Norðlýsinum lesi grundgevingina hjá gøtunavnanevndini, skilji eg, at hetta navn er misvísandi, tí nýggja torgið er ikki á einum parti av vágni, sum hoyrir til Biskupsstøð men til Vág, og skal gangast eftir tí, so hevði “Vágstorg” verið eitt rættari navn.
Finn Kjølbro vísir á, at Klaksvíkar Kommuna hevur í mong ár havt eina gøtunavnanevnd, og hann tekur okkurt úr reglugerðini m.a., at nevndin skal geva býráðnum tilmæli um nøvn á gøtum og býlingum, hoyra persónar við servitan, miða móti nøvnum, sum hava uppruna í ella tilknýti til tey støð ella øki, ið verða navngivin, navngeva við atliti til áður givin nøvn í kommununi, so møguleiki fyri at blanda ymisk staðar og gøtunøvn verður sum minstur.
Kommunan hevur sjálv sett hesa nevnd í síni tíð við hesi reglugerð, og tí er tað heilt burturvið, at býráðið í hesum føri ikki hevur ráðført seg við gøtunavnanevndina og ei heldur lurtar eftir henni. Eri púra samd við Finni í, at tað er eingin orsøk at hava hesa nevnd, tá ið tað kortini ikki verður lurtað eftir henni.
Sjálv gjørdi eg vart við ymiskt, tá ið eg frætti, at býráðið umhugsaði at fara inn á søguligt øki við sethúsum, áðrenn kanningar vórðu gjørdar, og har myndugleikar mæla til at friða ein part av sama øki.
Eg royndi at bera yvir við býráðslimunum, ið ofta eru ungfólk, ið ikki vita betur, seta seg ikki inn í málini og tí “handla” í gáloysni.
Finn Kjølbro skrivar, at onkur man halda, at hann ger ov nógv burtur úr so lítlum, og býurin fer ikki um koll av hesum. Rætt er tað, men tað kann verða óheppið fyri eftirtíðina, um vit reingja tað søguliga og “geografiska”, eins og tað eisini kann verða stórur missur, um vit ikki varðveita nakað av søguligum fornminnum.
At fólk gera vart við slíkar skeivleikar og koma við góðum ráðum, er ikki av berum tvørskapi men av kunnleika og stórum kærleika til okkara kæra heimbý.
Tí er mín áheitan á tykkum øll, ið nú verða vald inn í býráðið, at tit ikki fara fram eftir fummum, men at tit hugsa tykkum væl um í hvørjum einstøkum máli, kanna umstøður, lurta eftir og ráðføra tykkum við fólk, ið hava kunnleika og soleiðis royna at taka skilabestu avgerðir til frama fyri fólkið og okkara kæra bý, og sum eftirkomararnir eisini fara at verða takksamir fyri og stoltir av.
Samstundis vil eg ynskja øllum eitt gott býráðsval.
Betta á Dalinum




