Tá ið tað í Degi og Viku hóskvøldið 27. oktober 2016 varð ført fram yvir ein kamb, at umstøðurnar og tænasturnar á eldraøkinum eru versnaðar munandi, síðan kommunurnar yvirtóku økið, so vilja vit í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) staðiliga vísa hesum uppáhaldi aftur, tí fyri okkara viðkomandi er henda ógvusliga og einsíðuga generalisering als ikki sonn.
Aftursvar til part av Degi og Viku hóskvøldið 27. oktober 2016 viðvíkjandi yvirtøkuni av eldraøkinum:
Tá ið tað í Degi og Viku hóskvøldið 27. oktober 2016 varð ført fram yvir ein kamb, at umstøðurnar og tænasturnar á eldraøkinum eru versnaðar munandi, síðan kommunurnar yvirtóku økið, so vilja vit í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) staðiliga vísa hesum uppáhaldi aftur, tí fyri okkara viðkomandi er henda ógvusliga og einsíðuga generalisering als ikki sonn.
Fakligur førleiki er í økinum! Tað er ikki ein borgari, ið ikki er útskrivaður til okkara øki vegna vantandi førleikar hjá starvsfólkunumn. Skuldi tað hent, at førleiki vantar, ja, so ogna vit okkum hann.
Tvørturímóti meta vit, at stórir batar eru hendir á eldraøkinum í Norðoyggjum:
· Fakligur samskipari er settur, hvørs uppgáva m.a. er at arbeiða fyri menningini hjá starvsfólkum. Leiðari og deildarleiðarar hava síðani yvirtøkuna havt menningarsamrøður við øll starvsfólkini og út frá teimum er miðvís undirvísing skipað fyri øll starvsfólk.
· Ein sjúkrarøktarfrøðingur er uppstigaður til bachelor, tveir sjúkrarøktarfrøðingar eru farnir undir kliniska vegleiðaraútbúgving, tveir sjúkrarøktarfrøðingar og ein fysioterapeutur taka master í fólkaheilsu, ein heilsurøktari og tveir heilsuhjálparar hava tikið vegleiðaraskeið, og er hetta alt nakað, ið er hent í kommunu-tíðarskeiðnum.
· Tætt samstarv er millum stýrið og leiðsluna, og hevur stýrisformaðurin, saman við leiðsluni, luttikið í kunningarfundum í NBH fleiri ferðir síðani yvirtøkuna.
· Stýrið hevur sýnt stóra vælvild til at bøta um korini hjá tí eldra borgaranum í Norðoyggjum og hevur játtað munandi hægri fígging, enn kommunurnar fáa frá landinum. Frá 2016 til 2017 hækkar rakstrarjáttanin hjá NBH við millum 4 og 5 mió. kr.
· Sjúkrarøktarfaklig leiðsla er á øllum búeindum í NBH, og ein deildarleiðari á hvørjari av teimum 5 búeindunum.
· Umfatandi kanningar eru gjørdar av økinum – bæði kvalitativ kanning við dialogfundum og ein kvantitativ nøgdsemiskanning – og við støði í hesum kanningum er nýggj strategi løgd fyri framtíðarvirksemið hjá NBH, har dentur er lagdur á nærveru, fleksibilitet og tænastur á høgum fakligum stigi. Karmar eru skaptir fyri uppnormering av starvsfólkum. Eisini eru vit í gongd við at seta tvey fólk, hvørs uppgáva burturav er at skapa innihald í gerandisdagin á búeindunum.
· Flestu borgarar ynskja at búgva heima sum longst. Tí verður heimatænastan styrkt til eisini at umfata náttarvakt.
· Skipað er fyri fleksiblari umlætting, soleiðis at ein borgari kann koma til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið, alt eftir tørvi borgarans, men er hetta tó treytað av, at pláss er tøkt.
· Eitt ynski hjá borgarunum var øktir møguleikar at venja. Tí eru ergo- og fysioterapeutarnir uppnormeraðir.
Tað er rætt, at vit hava eina stóra avbjóðing av, at ov nógvir borgarar hava bráðfeingis tørv á búplássi. Hesum verður arbeitt við. Inntil vit hava fleiri pláss, royna vit at bjóða afturvendandi umlætting og økta hjálp inn í heimið hjá borgaranum.
Sostatt er tað als ikki í tráð við veruleikan, tá ið tað í Degi og Viku hóskvøldið varð sagt yvir ein kamb, at støðið er lækkað, síðan kommunalu yvirtøkuna av eldraøkinum, og vilja vit tí staðiliga vísa hesum uppáhaldi aftur.
Klaksvík, 28. oktober 2016
Jógvan Skorheim, stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu
Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu




