Um seyð og seyðahald í Mentanarhúsinum í fuglafirði Fríggjakvøldið 4. nov. 2016 kl. 19:00.
Um seyð og seyðahald í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið 4. nov. 2016 kl. 19:00.
Frásøgufólk:
Joen Jacob Heinesen av Viðareiði sigur frá um Bergsmunna á Viðareiði,
Eyðun Eliasen av Trøllanesi, sigur frá um Líðina Norðari Partur í Mikladali,
Magna Joensen fer at siga frá um pápa sín, Robert Joensen og um Seyðabókina, og
Kurt Rasmussen og Rúni Abrahamsen siga frá um Innara Miðhaga á Skála.
Hetta er á 7. sinni, at henda kvøldseta verður hildin, og hava fólk tikið væl undir við hesum tiltaki.
Atgongumerki á 100 kr. fáast við dyrnar. Te- og kaffimuður í steðginum. Drýlur og kjøtpylsa frá Bjarta Højbro afturvið.




