Á lítlari samkomu, sum var fyri Sonna Eliassen í dag í hølunum hjá FullPower í Klaksvík, har Sonni hevur sína dagligu gongd, handaði borgarstjórin, Jógvan Skorheim honum heiðursgávu og blómur.
Sonni hevur verið í Torino í Italia til hesa serligu kappingargrein í døgunum 27. – 30. oktober. Hann kláraði at lyfta tvær Kettlebell-kúlur, sum vigaðu 24 kg hvør – 78 ferðir uppum høvdið innanfyri 10 minuttir.
Kappingin var i einum bólki, har tú ikki vigar meir enn 70 kg. Sonni vigar 68 kg, so sagt á annan hátt, kláraði hann at lyfta eina vekt, sum er 20 kg minni enn hansara egna – 78 ferðir uppum høvdið innanfyri 10 minuttir.
Hetta er eitt stórt bragd, tá ið kappast varð móti 250 fólkum frá stórum parti av heiminum.
Til lukku Sonni!




