Verður Súni Olsen at síggja í KÍ aftur í 2017?
Verður Súni Olsen at síggja í KÍ aftur í 2017?
35 ára gamli Súni Olsen spældi ein lyklaleiklut í, at KÍ í 2016 aftur kom millum toppliðini í føroyskum fótbólti. Í landskappingini skoraði hann 6 mál og legði upp til 8 mál í 1281 minuttum, meðan hann í steypakappingini var sera avgerandi í, at KÍ vann kappingina. Bæði á vegnum fram til finaluna og í sjálvari finaluni. Harumframt hevur hann nógvar royndir, sum KÍ liðið helst fekk sera gott av gjøgnum kappingarárið. Ein leikari, sum helst hevur fingið fleiri av hinum leikarunum at lyft sítt støðið. Tí er ikki so løgið, at hann var sera nógv avhildin millum norðoyingar.
Spælir neyvan aftur
Súni Olsen verður neyvan aftur at síggja í blá-hvíta KÍ búnanum. Skaðar gera, at tað í løtuni er lítið sannlíkt, at hann spælir á hægsta stigi aftur.
– Lat meg siga tað soleiðis, at tað er lítið, ið bendir á, at eg verði sæddur á vøllinum næsta ár, tí at eg dragist við skaðar í báðum fótunum og skal niður til Danmarkar at MR-skannast í vinstra fótliði einaferð eftir jól – nágreiniliga tíðspunktið veit eg ikki, men tað kann líka so væl verða í mars ella apríl. Og so er spurningurin, um eg megni og havi hug til at fara ígjøgnum eina harða og krevjandi uppvenjingartilgongd enn einaferð, sigur Súni Olsen við Norðlýsið.
Møguliga í venjarastarvi
Hinvegin er ein møguleiki, at Súni Olsen verður at síggja í venjaraleikluti í 2017.
– Eg havi áhugaverdar og spennandi fyrispurningar liggjandi á borðinum, men hetta eru ikki fyrispurningar, ið seta meg í samband við leiklut sum leikara, men hinvegin til ein venjaraleiklut – bæði hjálparvenjara-, og høvuðsvenjarastarv. So sigast skal, at tað er nógv at hugsa um í hesum døgum, hvat framtíðini viðvíkur, sigur Súni Olsen við Norðlýsið.
Súni er í 2016 skrásettur fyri 23 dystir og 8 mál í KÍ.




