Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin verða munandi dýrari, enn tað løgtingslimir hildu seg samtykkja í 2014.
Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin verða munandi dýrari, enn tað løgtingslimir hildu seg samtykkja í 2014. Tað kom fram í tíðindunum í Útvarpinum í gjárkvøldið.
31. januar 2014 skrivaðu floksformenninir undir semjuna um at gera tunlarnar, og tá var metingin, at verkætlanin fór at kosta minni enn tvær mia. krónur. Í uppskotinum, sum nakrar vikur seinni varð lagt fyri løgtingið stóð, at varisligar útrokningar vístu, at Eysturoyartunnilin kostaði 1 mia. meðan Sandoyartunnilin kostar 863 mió. krónur. (umleið 1,9 mia. tilsamans).
Fyri einum mánaði síðani var hetta talið nevnt í sambandi við at tilboðini komu inn. Men har eru forkanningar (100 mió. krónur), elparturin og tekniskar installatiónir (280 mió. krónur), møguligar príshækkingar í byggitíðini (150 – 200 mió. krónur), fakeftirlit, trygging og projektleiðsla (100 mió. krónur) ikki tald við. Tí kosta tunlarnir nú 2,6 mia. krónur.
Í sendingini ”Skálafjarðartunnilin – kosta hvat tað kosta vil”, sum Kringvarpið sendi í oktober 2013 varð víst á, at hóast tunnilin var privatur, so skuldi landskassin brúka hundraðtals milliónir til atkomuvegir. Teir vegirnir eru heldur ikki við í teimum 2,6 milliardunum, sum tunnilin nú kostar.
Í somu sending var sagt, at tað almenna kundi fáa fígging fyri 1,74 prosent í rentu. Men nú í vikuni upplýsti felagið sum stendur fyri verkætlanini, at tikið er av einum lánstilboði frá amerikanskum lánsveitarum, har samlaða upphæddin er 2,6 milliardir krónur fyri eina fasta árliga rentu upp á 2,73 prosent.
1 prosent eyka av 2,6 mia. krónum merkir 26 mió. krónur eyka um árið fyri rentur. 2,73 prosent av 2,6 milliardum eru 71 mió. krónur.
Politiska ósemjan um tunlarnar er løgd afturum bark, og nú tekur samlaða politiska skipanin undir við almennu loysnini. Men fyribils sær út til, at samfelagsnyttan, sum skuldi fáast burturúr at gera tunnilin almennan heldur enn privatan, verður ikki so stór, sum upprunaliga hildið.
Kringvarpið fekk Winther-Heiðurslønina 2014 fyri sendingina “Skálafjarðartunnilin, kosta hvat tað kosta vil”.




