Í gjárkvøldið – valaftan vóru flestu valkafeirnar í Klaksvík væl vitjaðar, og høvdu tær eisini nógv gott í pottinum og kannunum at bjóða gestunum.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum venur jólacabaret, hevði eisini boðið valevnunum inn á gólvið hjá sær at síggja og hoyra um umstøðurnar, tey høvdu, nú valið stendur fyri durum.
Onkur av teimum uppstillaðu tóku orðið á kaféunum, og lótu á henda hátt ”síðstu oljuna” nú veljast skal í dag.
Tónleikur og sangur var eisini á skrá og hevði onkur teirra enntá havt stundir at seta seg niður at yrkja ein sang til kvøldið.
Jú, lagið var gott – ”spenningur er í luftini og als einki er avgjørt enn”, sum ein vissur klaksvíkingur plagar at taka til.




