Í morgun fór Karl Johansen, valstýrisformaður, avstað við gamla valkassanum, sum hýsir brævatkvøðunum. Hann tók tær við sær til valstaðið, sum er í KÍ høllini, og letur upp klokkan 10.
Karl visti at siga, at góðar 300 brævatkvøður vóru í kassanum, og metti hann hetta at vera nógv í mun til undanfarin kommunuval. Hetta kann bera boð um góða valluttøku í dag, helt hann fyri.
So er at vóna, at veðrið eisini spælir við.




