Fyri fyrstu ferð í søguni fingu kvinnurnar á valinum í gjár greiðan meiriluta í Tórshavnar býráð. 8 av 13 býráðslimum eru nú kvinnur.Men í nátt er samgonga skipað millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, og tað merkir, at 4 kvinnur og ein maður eru endað í andstøðu.
Fyri fyrstu ferð í søguni fingu kvinnurnar á valinum í gjár greiðan meiriluta í Tórshavnar býráð. 8 av 13 býráðslimum eru nú kvinnur.
Men í nátt er samgonga skipað millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, og tað merkir, at 4 kvinnur og ein maður eru endað í andstøðu, meðan samgongan er samansett av 4 av hvørjum kyni.
Heðin Mortensen heldur fram sum borgarstjóri, og Annika Olsen verður fyrsti varaborgarstjóri.
Samgonguavtalan sær út til at vera eitt skjal, sum Heðin Mortensen hevur gjørt klárt áðrenn samráðingarnar byrjaðu. Har stendur við prentaðari skrift: “Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum verður valdur til borgarstjóra, og fyrsti varaborgarstjóri verður:” Síðani er skrivað við hond “Fólkaflokkurin”. Eisini nevndarsessirnir eru skrivaðir við hond.
Sosiala nevnd, SEV og Hitafelagið høvdu ikki fingið pláss í prentaða partinum av skjalinum.




