Dómaraseðilin er viðheftur.
(Klaksvíkar Badmintonhøll) Vit fylgja gongdini í Klaksvíkar Badmintonhøll, har Team Klaksvík og Kyndil møtast í landskappingardysti í bestu deildini.
Hjá Team Klaksvík er málverjin Jesper H. Laustsen ikki við, meðan David Edvardsen og Hørður Fannar Sigtórsson ikki eru við hjá Kyndli.
1 min.: Vilhelm Vilhelmsen til 1-0
2 min.: Hjalti M. Jacobsen til 1-1
4 min.: 1-2. Aron K. Jacobsen við einari framúrbjarging forðar einari 2-málsleiðslu til Kyndil
5 min.: Finnur Hansson til 2-2
6 min.: Aron bjargar brotsskasti frá Hjalta
7 min.: Finnur við brotsskasti til 3-2
11 min.: Kyndil javnar til 3-3
12 min.: 3-4
14 min.: 4-4. Brotsskast til Kyndil, sum teir skora uppá til 4-5
16 min.: Tummas Pauli Hanusarson við góðum undirhondsskoti til 4-6
17 min.: Hans Áki Dahl Christiansen til 4-8
20 min.: Hans Áki fær tveir minuttir útvísing. Finnur skýtir brotsskasti á yvirleggjaran. Tummas Pauli til 4-9
22 min.: Team Klaksvík hevur sera trupult við at skora mál móti sterku verjuni hjá Kyndil. 4 mál í 22 minuttir tala fyri seg. Men ungi Aron í Team Klaksvík (TK) málinum ger við fleiri góðum bjargingum, at munurin ikki er størri.
24 min.: Bartal til 4-10
25 min.: Vilhelm skorar fyrsta máli hjá TK í 11 minuttir. 5-10
28 min.: Josef til 5-11 og Birgir Poulsen til 6-11
29 min.: Jens Pauli Mohr til 7-11
Hálvleikur: 7-11. Dómaraseðilin er viðheftur.
32 min.: Kyndil er byrjað nógv betri í seinna hálvleiki og er frammanfyri 13-7 nú. Spurningurin er, um dysturin blívur avgjørdur hesa løtuna.
35 min.: Jan Pauli í Kyndla málinum vísir stórspæl og ger, at TK framvegis bara hevur skorað 7 mál. Málverjin Aron hevur verið klárt besti leikari hjá TK higartil og eigur sín part í, at tað bara eru 6 mál á muni enn.
36 min.: Finnur til 8-13
39 min.: Kristoffur til 8-15 og dysturin tykist avgjørdur.
44 min.: 10-18
47 min.: Birgir Poulsen til 13-19
53 min.: Støðan er 24-14 til kyndil og spurningurin tykist bara vera, hvussu stórur sigurin verður. Eftir dystin verður dómaraseðilin viðheftur.
56 min.: 16-27
Liðugt: Kyndil vann 28-19. Dómaraseðilin er viðheftur.




