Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí endaði Tjóðveldi og Steinbjørn í andstøðu

Jákup Ósá

Jógvan Skorheim greiðir frá, hví Tjóðveldi og Steinbjørn O. Jacobsen ikki eru partur av samgonguni komandi fýra árini.

Jógvan Skorheim greiðir frá, hví Tjóðveldi og Steinbjørn O. Jacobsen ikki eru partur av samgonguni komandi fýra árini.

Tá nýggja samgongan í Klaksvík í kvøld skrivaði undir nýtt samgonguskjal á Rygsvegi í Klaksvík á redaktiónini á Norðlýsinum, so var Tjóðveldi og teirra eina umboð, Steinbjørn O. Jacobsen, ikki við samgonguni. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at Tjóðveldi kravdi ov nógv í samráðingunum, og tí kundu partarnir ikki semjast.

– Vit gjørdu eina avtalu eftir valúrslitið í gjárkvøldið um, at Nýtt Sjálvstýri skuldi fáa borgarstjórasessin, Javnaðarflokkurin varaborgarstjóran og Tjóðveldi ein formanssess umframt nendarsessin í SEV. Men tá vit møttu í dag til samráðingar, so var tað ikki tað, ið var undirtøka fyri. Javnaðarflokkurin metti, at tað var ikki tað rætta býtið í mun til ta styrkina, ið flokkarnir høvdu. Og útfrá tí bleiv man ikki samdur, tá Tjóðveldi ikki vildi geva seg í mun til tað, sum vit høvdu undirskrivað áðrenn. Og tí vildi Tjóðveldi heldur vera uttanfyri enn at halda fram við øðrum nevndarsessum. So vit hildu, at krøvini frá Tjóðveldinum vóru ov høg í mun til, at flokkurin bara fekk eitt umboð. Vit kunnu samanbera støðuna við fyri fýra árum síðani, tá Javnaðarflokkurin hevði tað sætta og avgerandi umboðið í samgonguni. Tá fekk Javnaðarflokkurin bara mentunarnevndina og ikki SEV, IRF ella nakran annan formanssess, sigur Jógvan Skorheim við Norðlýsið í kvøld.

Samgongan í Klaksvíkar Býráð komandi fýra árini verður mannað av Nýggjum Sjálvstýri og Javnaðarflokkinum. Tey hava seks umboð, meðan Fólkaflokkurin við fýra umboðum og Tjóðveldi við einum umboði enda í andstøðu.