Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fer at taka støðu frá mál til mál í løgtinginum

Norðlýsið

Heðin Mortensen kennir seg so illa viðfarnan av Framsókn, Tjóðveldi og serliga Fólkaflokkinum, at hann fer taka stór fyrivarni tá hann skal samstarva við somu flokkar í Løgtinginum.

Heðin Mortensen kennir seg so illa viðfarnan av Framsókn, Tjóðveldi og serliga Fólkaflokkinum, at hann fer taka stór fyrivarni tá hann skal samstarva við somu flokkar í Løgtinginum.

– Eg fari bert at taka undir við málum, sum eg meti verða í trá við samgonguskjalið og meti eg tey fella uttanfyri samgonguskjalið, fari eg ikki at atkvøða fyri, sigur ein sera ónøgdur Heðin Mortensen, sum í kvøld mátti staðfesta at Fólkaflokkurin var lopin yvir til Framsókn og Tjóðveldi.

Við Norðlýsið sigur Heðin at hóast tað ikki smakkar væl at tvinna lands- og lokalpolitikk saman, so er sera stutt millum persónarnar í býráðnum og í løgtinginum og tí verður hann nú noyddur at taka síni egnu fyrivarni í landspolitikkinum.