Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí mugu vit ikki lóggeva móti Heðin Mortensen

John William Joensen

Tá Føroyar vóru gjørdar til eitt valdømi var slagorðið at Løgtingið skuldi føra landspolitikk og ikki lokalpolitikk. Í dag síggja vit hvussu løgtingið er niðurbundið av lokalpolitikkinum í Havn. Nú fáa havnafólk ein borgarstjóra, sum einans var nummar 10 av teimum, sum fingu flest atkvøður frá veljarunum í Havn, samstundis sum man tosar um at lóggeva móti Heðin Mortensen sum hevur nógv størst álit millum borgararnar í Havn.

Tá Føroyar vóru gjørdar til eitt valdømi var slagorðið at Løgtingið skuldi føra landspolitikk og ikki lokalpolitikk. Í dag síggja vit hvussu løgtingið er niðurbundið av lokalpolitikkinum í Havn. Nú fáa havnafólk ein borgarstjóra, sum einans var nummar 10 av teimum, sum fingu flest atkvøður frá veljarunum í Havn, samstundis sum man tosar um at lóggeva móti Heðin Mortensen sum hevur nógv størst álit millum borgararnar í Havn.

Allar demokratiskar skipanir hava sínar avmarkingar. Í USA hevur júst verið forsetaval har nývaldi forsetin, Donald Trump, hevur færri tal av atkvøðunum enn taparin, Hillery Clinton. Hetta er tí at amerikanarar hava eina valskipan við valmonnum, sum ger at allir statirnir í USA hava eitt ávíst tal av valmonnum, í mun til fólkatali. Hendan skipanin kann tykjast órættvís, men tryggjar at USA ikki dettur sundur. Tí um USA var eitt valdømi og tali á atkvøðum var avgerandi, fyri vali av forseta, høvdu stórir partar av landinum verið uttan ávirkan, og valstríðið hevði einans verið í fólkaríkastu pørtunum av landinum.

Amerikanarar hava hinvegin sera trupult við at skilja okkara skipan, har fólk við sera fáum atkvøðum kunnu fáa stórt vald.

Á løgtings-, bý- og bygdarráðsvalum síggja vit fólk verða vald, sum hava færri atkvøður enn tey sum ikki verða vald, og í Tórshavnar Kommunu er komandi borgarstjórin einans nummar 10 í røðini av politikarum sum hava fingið álit frá flestu borgarunum. Tað ljóðar eisini at tann býráðslimurin, sum hevur fingið fægst atkvøður av teimum, sum eru innvald í býráðið, stendur í boðið at gerast varaborgarstjóri. Harafturat mugu vit staðfesta at Jógvan Arge og Kai Leo, sum á býráðsvalinum gjørdust nummar 7 og nummar 9 í atkvøðum í Tórshavn, als ikki eru millum tey 13, sum mannað nývalda býráðið.

Eftir valið er stór øsing um dupult mandatarnar, tvs. at tað er gjørligt hjá somu politikarum at sitað í býráðnum og í løgtinginum. Fleiri vilja hava hetta broytt við lóg, men tað er umráðandi at vit ikki eins og tá Føroyar við einum pennastroki vóru gjørdar til eitt valdømi, broyta val lógina fyri at lóggeva ímóti Heðin, Skorheim og Kristin.

Vit mugu taka eina meira djúptøkna viðgerð av allari skipanini og spyrja hvat tað er fyri ein skipan vit ynskja skal verða grundarlagið undir okkara fólkaræðisligu skipan.

Um vit broyta einstakar lógargreinar, kann tað fáa óhepnar samfelagsliga avleiðingar, sum ikki varð hensigtin við lógarbroytingini.

Áttu vit ikki at valt borgarstjórarnar beinleiðis, ella skal tað framhaldandi verða tann, sum fyrst megnar at telja seg til ein meiriluta. Fyrr tordu býráðslimir ikki at fara til songar fyrr enn samgonga varð skipað, men nú skipað teir samgongu og undirskrivað samgonguskjøl fyri síðani at skipað aðra samgongu tá aðrir hava lagt seg at sova.

Tíðin er komin til at løgtingið tekur fólkaræði í álvara og skal nøkur broyting gerast, eigur øll skipanin at vera eftftirmett av serfrøðini og vanliga veljaranum. Tað verður ein skandala um eitt tilvildarligt politiskt rumbulsmál verður brúkt til at broyta vallógina.

Soleiðis sær nývalda býráðið út í Tórshavn:

1 A Annika Olsen 332

2 A Bogi Andreasen 303

3 B Annfinn Brekkstein 366

4 C Heðin Mortensen 2507

5 C Tróndur Sigurðsson 676

6 C Bjørghild Djurhuus 217

7 C Helena Dam á Neystabø 146

8 C Halla Samuelsen 144

9 E Gunvør Balle 513

10 E Marin Katrina Frýdal 465

11 E Jákup Dam 416

12 E Turið Horn 385

13 F Bergun Kass 187


Her er listin við topp 13 í atkvøðum í Tórshavn

1 C Heðin Mortensen 2.507

2 C Tróndur Sigurðsson 676

3 E Gunvør Balle 513

4 E Marin Katrina Frýdal 465

5 E Jákup Dam 416

6 E Turið Horn 385

7 E Jógvan Arge 379

8 B Annfinn Brekkstein 366

9 B Kaj L. H. Johannesen 364

10 A Annika Olsen 332

11 A Bogi Andreasen 303

12 E Tráin Petursson Nónklett 297

13 A Sjúrður Johan Olsen 252