Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bill Justinussen spyr um valdið hjá borgarstjórum

Helgi Abrahamsen

“Hevur landsstýrissamgongan ætlanir um at gera broytingar í kommunustýrislógini viðvíkjandi heimildum hjá borgarstjórum?” Tann spurningin fer Bill Justinussen, løgtingsmaður úr Miðflokkinum, at seta løgmanni á tingfundinum mikudagin.

“Hevur landsstýrissamgongan ætlanir um at gera broytingar í kommunustýrislógini viðvíkjandi heimildum hjá borgarstjórum?” Tann spurningin fer Bill Justinussen, løgtingsmaður úr Miðflokkinum, at seta løgmanni á tingfundinum mikudagin.

Bill Justinussen vísir á, at Eftir galdandi kommunustýrislóg hevur ein borgarstjóri nærum óavmarkað vald, tí hann er valdur fyri 4 ár og kann sita í sessinum uttan mun til undirtøku í bý- ella bygdaráðnum.

“Dømi er um, at ein borgarstjóri kemur í minniluta í býráðnum, men situr framvegis sum borgarstjóri, tí lógin tryggjar honum sessin,” sigur Bill Justinussen. Hann vísir á, at borgarstjórin er ovasti fyrisitingarligi leiðarin, og hann er eisini ovasti politiski leiðarin. Hann hevur víðar fíggjarligar heimildir tó uttan, at fyrisitingarlig grannskoðan fer fram.

“Til dømis hevur Tórshavnar kommuna keypt dýrar ognir yvir raksturin hjá kommununi uttan at vita, hvat ognirnar skulu brúkast til,” sigur hann.

Bill Justinussen sigur, at samanborið við tær reglur, sum Løgting og landsstýri arbeiða eftir, hevur ein borgarstjóri sera víðar heimildir, og tí vil hann hava løgmann at svara, um ætlanir eru um at broyta hetta.

Munnligir fyrispurningar eru á skrá fyri tingfundin sum byrjar klokkan 11 í morgin.