Stjórin í felagnum Eystur- og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen, sigur at eingin avgerð er enn tikið um bumm gjaldið í Eysturoyartunlinum. Men tó verður tað millum kr. 50,- og kr. 75,- fyri vanligar bilar (annan vegin) og millum kr. 200,- og kr. 400,- fyri lastbilar. Prísurin má verða lágur, tí tað kann ikki verða bíligari at koyra eftir landsvegunum.
Stjórin í felagnum Eystur- og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen, sigur at eingin avgerð er enn tikið um bumm gjaldið í Eysturoyartunlinum. Men tó verður tað millum kr. 50,- og kr. 75,- fyri vanligar bilar (annan vegin) og millum kr. 200,- og kr. 400,- fyri lastbilar. Prísurin má verða lágur, tí tað kann ikki verða bíligari at koyra eftir landsvegunum.
Tað vil siga at bíligasti prísurin at koyra ein túr báðar vegir í Eysturoyartunnlinum er 100,- fyri persónbilar.
Norðlýsið hevur biði um innlit í fíggjarviðurskiftini og avtalurnar hjá felagnum Eystur- og Sandoyartunlar, men er hetta noktað okkum. Men stjórin í tunnilsfelagnum sigur at felagið ikki enn hevur ásett gjald fyri at koyra í tunnlunum.
– Vit hava ikki enn viðgjørt spurningin, men sambært ferðslumetingunum hjá Rambøl, fara umleið 4.000 akfør at koyra millum Tórshavn og Toftir og umleið 2.000 millum Strendir og Toftir. Tað verður sjálvandi prísmunur á farleiðunum har tað verður bíligari at koyra millum Strendir og Toftir, men vit arbeiða við einum prísi pr. persónbil, sum fer at liggja millum kr. 50 og kr. 75 (annan vegin). Fyri lastbilar verður prísurin millum kr. 200 og kr. 400,- pr. akfar. Gjaldstøðirnar fara at krevja gjald báðar vegir, tí tað kann ikki vera møguligt hjá fólki at koyra ókeypis annan vegin.
– Í øllum føri má tað verða bíligari at koyra gjøgnum tunnilin enn eftir landsvegunum.
Stjórin váttar at Landsstýrið yvir fyri lánveitarunum veðheldur fyri einum minsta markið fyri ferðslu. Stjórin segði at landsstýrið garanterar at minsta ferðslan í tunnlinum verður millum 5.000 og 6.000 akfør. Teitur Samuelsen mintist ikki júst hvat talið var, men tað var nærri 5.000.
Stóran týdning fyri samfelagið
Teitur Samuelsen, sigur at Eysturoyartunnilin fær sera stóran týdning fyri samfelagið og fer hann uttan iva at broyta búsetingarmynstri í landinum.
—-
Red: Hetta merkir at landskassin í prinsippinum veðheldur fyri alla verkætlanina, tí talið av akførum, sum landið veðheldur fyri, er júst sama tal, sum skal til fyri at tunnilsfelagið megnar at svara hvørjum sítt.




