Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað fer ikki at loysa seg at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin

John William Joensen og Helgi Abrahamsen

Sambært stjóranum fyri Eystur- og Sandoyartunlar, hevur felagið ikki viðgjørt bummgjaldið, men minst møguliga gjaldið er mett til at verða 50 krónur hvønn vegin. Út frá tí kann staðfestast, at tað fer als ikki at loysa seg at koyra gjøgnum tunnilin.

Sambært stjóranum fyri Eystur- og Sandoyartunlar, hevur felagið ikki viðgjørt bumgjaldið, men minst møguliga gjaldið er mett til at verða 50 krónur hvønn vegin. Út frá tí kann staðfestast, at tað fer als ikki at loysa seg at koyra gjøgnum tunnilin.

Tú kanst spara nógvar pengar, um tú koyrir uttanum Eysturoyartunnilin, tá tú ferðast aftur og fram millum Klaksvík og Tórshavn.

Vit hava gjørt eitt roknistykki sum vísir, at ein økonomiskur bilur kann spara meira enn 70 krónur aftur og fram, um koyrt verður eftir verandi vegi heldur enn at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Í roknistykkinum er roknað við tveimum bilum (einum Toyota Avensis, sum koyrir 15,4 km. pr. litur og einum Toyota Yaris sum koyrir 23 km. pr. litur). Báðir bilarnir koyra úr Klaksvík til Havnar.

Vit hava roknað við einum tunnilsgjaldi á 50 krónur hvønn vegin (sum sambært stjóranum fyri Eystur- og Sandoyartunlar verður minst møguliga gjaldið) og vit hava ikki roknað gjaldið fyri Norðoyatunnilin við (tí tað verður tað sama í báðum førum).

Fjarstøðan eftir verandi vegi er 75,32 km. og gjøgnum tunnilin verður fjarstøðan 41,29 km. Vit hava roknað við einum bensinprísi á 9,21 krónur fyri liturin.

Niðurstøðan er, at fyri ein klaksvíking sum arbeiðir í Havn 200 dagar um árið, og sum hevur ein Toyota Yaris, er tað góðar 14.500 krónur bíligari um árið at koyra uttanum Eysturoyartunnilin, heldur enn at koyra ígjøgnum hann (við lægsta tunnilsgjaldi).

Harleywoodpaint