Tey munnu vera mong, ið kenna pennin hjá Andrasi Sólstein. Hann hevur fleiri ferðir verið frammi í Norðlýsinum við áhugaverdum greinum, ið hava drigið hugflog á onnur beiti enn har tey vanliga ferðast. Nú er Andras komin út á Sprotanum við eini stuttsøgu. Á R7 í dag fara vit at práta við Andras um bók hansara.
Andras Sólstein
Øll konufólkini rikin á dyr, matrikkulin lýstur 100% østrogenfríur, ølirnar knappaðar upp, og volumuknappurin í ein beinan eystan.
Eg hevði fingið frí hetta vikuskiftið. Deiligt! Segði við hana, at um eg ikki slapp ein harratúr við Olla og Hera, so endaði eg sum grein í næstu útgávu av Kvinnu undir yvirskriftini: Andy, new-age maðurin við teimum innaru bleytu virðunum, sum ansar børnum, leggur klæðir saman og vaskar upp. Og tað fór at vera stór vanærilig skomm. Menn mugu fáa luft, skjóta harur, fara á fjall og í býin.
Komnir inn um Fornagarðar, sungu vit ”zThe Boys are back in Town“ og bóltaðu inn í eitt dansistað. Fyrsta konufólkið, eg rendi meg í, var ein, eg havi ikki sæð, síðani eg lá inni á kamarinum hjá mær á Club-8 skipsbriksini við brúnari skúmmadrassu og spældi ”zHer Love“ hjá Hjarnar umaftur og umaftur á kasettubandupptakaranum, meðan eg droymdi um hana. Tá spældi hon floytu. Kanska var tað tí, eg fall fyri henni, hóast hon ikki var nakar super floytinistur. Hon var eingin Ian Anderson, spældi bara Gubben Noa og okkurt sovorðið, men tað var ríkiligt fyri meg, tá.
Eg spurdi, um vit skuldu dansa, hon segði ja. Orkestrið legði út við einari gittarintro, og eg fór í holt við mína egnu Fender Stratocaster luftgittar, hon rýmdi beinanvegin……
Andy stakkalin ynskir at vera rock n’ rollari men koyrir í Berlingo, hann droymir um østregenfríar sonur, ímeðan hann situr dadda heima, hann fer eldhugaður við nýggjastu útgerð á fjall, men tungt er at koma niðan líðina – ein metroseksuellur Sysifos, ið alla tíðina stríðist niðan manndómsbrekkuna, men endar altíð at rulla oman aftur í dalin, har námsfrøðingar, blæur og bleyt virði ráða. Hvør er so Andy?
Samrøðan við Andras Sólstein verður, sum sagt, á Norðlýsinum Rás7, Fríggjadagin 18 nov. Kl. 13.30
Stuttsøgusavn Sprotin gevur út.
Umbrot, kápa Sonja Kjølbro.
158 síður.




