Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lýggjari miðskeiðis í næstu viku

Okkara veðurmaður: Hanus Kjølbro, Sjónám

Luft av pólinum hevur rikið inn yvir okkara leiðir í nakrar dagar. Tað sum fær hetta at vera so, er eitt lágtýstøki eystan fyri Føroyar. Hetta lágtrýstøkið er viknandi nú, men tað fer at liggja í nakrar dagar afturat.

Tað hevur alt at siga, hvussu veðrið er hjá okkum, hvar lágtrýstini liggja. Fyrr í heyst lógu lágtrýstøkini vestan fyri okkum, og tí høvdu vit liggjandi lágætt við lýggjari og slavnari luft.

Ein hátrýstryggur fer at stinga seg ímóti okkum av leiðunum við Asorurnar. Hann verður eftir øllum at døma her hjá okkum mikudagin. Tá fer ættin at skifta til sunnan og harumkring, og liðugt verður við tí kalda veðrinum á hesum sinni.

Hvussu leingi tað gongur, til kalda høgættin er aftur, veit eingin enn…