Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðmenn avtaka bummgjøldini í undirsjóvartunnlunum – løgtingið hugsar øvugt

John William Joensen

Eiksundtunnellen, sum er ein undirsjóvartunnil millum Møre og Romsdal í Norra, er eins langur og Norðoyatunnilin, og gongur tvørtur um Vartsdalsfjorden.

Eiksundtunnellen, sum er ein undirsjóvartunnil millum Møre og Romsdal í Norra, er eins langur og Norðoyatunnilin, og gongur tvørtur um Vartsdalsfjorden.

Tunnilin er trýsporaður og lat upp fyri ferðslu í februar 2008 og tá metti man at ferðslan í tunnlinum fór at verða 1.000 akfør um dagin. Men ferðslan vaks skjótt, og var í mong ár beint omanfyri 2.000 akfør um dagin.

Tá tunnilin var afturgoldin í 2014 eftir einans seks árum, varð bummgjaldið avtikið, og beinan vegin øktist ferðslan munandi. Nú tað er ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin koyra 2.880 bilar um dagin gjøgnum tunnilin.

Norðoyatunnilin og Vágatunnilin

Sambært árasfrágreiðingini 2015 hjá Vágatunnlinum var saldoin av láninum hjá tunnlinum við árslok 2015 góðar 200.000 kr..

Sambært ársfrágreiðingini hjá Norðoyastunnlinum, skyldaði tunnilin 26,2 mió. kr. við árslok 2015 og rindaði tunnilin 11,5 mió. Kr. í avdráttum og 1,5 mió. kr. í rentum í 2015. Við verðandi gongd verður tunnilin kanska útgoldin longu í 2018. Men hóast jaligu gongdina tekur tunnilsfelagið framvegis gjald frá Vágamonnum.

Tá øll politisku veljarafeløgini í apríl í ár vóru á fundi í tinganesi við Føroya Løgmann og landsstýrismannin í samferðslumálum, varð lovað at landstýrið skuldi koma við einum útspælið, longu í heyst, um framtíðina hjá tunnilsfeløgunum, men enn hava feløgini einki frætt frá løgmanni.

Tað ljóðar fyri vist at politiskt verður arbeitt við at varðveita bummgjaldi í Norðoyatunnlinum, fyri at hjálpa til við fíggingini av Skálafjarðar- og Sandoyartunnlinum, har landstýrið hevur vassað út í landskassaveðhald við loyvið frá løgtinginum, uppá góðar 2,6 mia. kr.. Landskassin veðheldur nevniliga við við at garantera, mótvegis lánveitarunum, 6.000 akfør hvønn dag ín Skálafjarðartunnlinum. Hetta er umleið tvífalt ferðsluna í Norðoya og Vágatunnlinum tilsamans.

Um hetta verður úrslitið verður tað ein katastrofa fyri Norðoyingar og Vágamenn, sum tískil ikki fara at fáa somu ágóðan av undirsjóvartunnlunum, sum lokalsamfeløgini í Møre og Romsdal í Norra.

Nú Føroyar eru eitt valdømi eru ymisku økini kring landið fullkomiliga verjuleys í løgtinginum, tá sjálvt tinglimir, sum búgva og eru vald í hesum økjunum velja at tiga, fyri ikki at missa atkvøður í størsta valdøminum.