Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forsølan til Summar Festivalurin er byrjað

tidindaskriv

Dato er sett á næsta Summar Festivalin, og forsølan er byrjað

Summar Festivalurin 2017 verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august, og nú er forsølan til festivalin byrjað.

Síðani 2004 hevur Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík, og tiltakið næsta ár verður tann 14. Summar Festivalurin í røðini.

Summar Festivalurin er landsins størsta tónleikatiltak og bjóðar altjóða og heimligan tónleik á fýra pallum í tríggjar dagar. Seinnu árini hava altjóða toppnøvn sum Roxette, Westlife, Twisted Sister, Cliff Richard, Mika, Melanie C, The Scorpions og Ronan Keating spælt á Summar Festivalinum.

Vikuskiftispass kunnu keypast í Telebúðum kring landið og á heimasíðuni sf.fo. Fyrstu 2000 vikuskiftispass verða seld fyri serligan byrjanarprís.