Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt læknatrot í Føroyum

Helgi Abrahamsen

“Politikararnir mugu gera sær greitt, hvat tað er fyri eitt heilsuverk vit vilja hava, og teir mugu gjalda tað, sum tað fer at kosta.”

“Politikararnir mugu gera sær greitt, hvat tað er fyri eitt heilsuverk vit vilja hava, og teir mugu gjalda tað, sum tað fer at kosta.” Tað stóð í eini frágreiðing, sum ein fíggjarfrøðingur gjørdi fyri Læknafelag Føroya í fjør, og sum felagið aftur hevur sent fjølmiðlunum í dag.

Kanningin vísir, at Føroyar hava tørv á fleiri læknum, um vit skulu samanbera okkum við onnur Norðanlond.

“Uttan mun til um roknað verður við læknaligum ársverkum, tal av læknum, við ella uttan konsulentum, er niðurstøðan tann sama,” stendur í kanningini.

Kanningin vísti, at í Norðanlondum er tað bara Grønland, sum hevur færri læknar fyri hvønn íbúgva enn Føroyar hava, og at millum 44 og 68 læknar vanta í føroyska heilsuverkinum.

Umframt hetta varð víst á, at 6 kommunulæknaviðtalur verða røktar av skiftandi avloysarum.

Brúka minni enn grannalondini

Viðvíkjandi heilsuútreiðslum vísti kanningin, at umroknað eftir fólkatalinum brúktu Føroyar í 2013 heilar 343 mió. krónur minni til heilsuverkið enn Danmark brúkti og nærum helvtina minni enn Norra brúkti.

Um hugt verður eftir útreiðslum fyri hvønn íbúgva, so brúkar Norra 20.879 krónur meira enn Føroyar gjørdu. Danmark brúkti 6.830 krónur meira fyri hvønn íbúgva og Svøríki 1.065 krónur meira fyri hvønn íbúgva, enn Føroyar brúktu.

“Tað er dýrari at reka eitt lítið heilsuverk enn eitt stórt, og tí áttu Føroyar at brúkt lutfalsliga meira uppá heilsuverkið enn onnur lond fyri at halda sama støði,” stendur í kanningini. Men kanningin staðfestir, at Føroyar brúka munandi minni til heilsuútreiðslur, enn hini londini í kanningini gera.

Læknamanningin er sambært OECD (2013) í vøkstri kring heimin, og tí kann væntast, at munurin millum Føroyar og Norðurlond verður enn størri, enn samanberingin við nýggjastu tølini frá læknafelagnum vísa.

Harleyfacadeacryl