Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott vikuskiftisveður

Hanus Kjølbro

Vit kunnu vænta okkum gott veður í vikuskiftinum. Eitt hátrýst er yvir bretsku oyggjunum og øllum Vesturevropa, og tað røkkur heilt norður til okkara leiðir.

Vit kunnu vænta okkum gott veður í vikuskiftinum. Eitt hátrýst er yvir bretsku oyggjunum og øllum Vesturevropa, og tað røkkur heilt norður til okkara leiðir.

Hetta til mánadagin fer luft at reka ímóti okkum, sum stavar frá evropeiska meginlandinum. Hon kemur til okkara úr útsynningi ella lágum vestri. Bert eittans brúgvalag er væntandi í vikuskiftinum. Tað verður at síggja um middagsleitið í dag. Hvussu nógv avfall fer at detta niður úr tí, er ivasamt. Hitin í vikuskiftinum fer at vera sum nú, 6 – 7 stig.

Í dag – fríggjadag – kemur vindurin úr úsynningi-vestri. Ferðin er 5 til 10 m/s. Skýggjað og fyri tað allarmesta turt, hitin liggur um 6-7 stig. Í kvøld veksur vindur ein løtu upp í 8 til 12 m/s.

Leygarnátt verður ættin útsynningur, 3 til 8 m/s. Seinnapartin veksur upp í 5 til 10. Onkur smávegis ælingur í støðum, og hitin allan leygardagin fer at liggja um 6-7 stig.

Sunnudagin verður eisini útsynningur. Vindferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og okkurt æl í støðum. Hitin fer at liggja um 6-7 stig.

Mánadagin verður eftir øllum at døma enn minni vindur, 3 til 7 m/s úr útsynningi, sum seinni verður til landsynning.

Gott vikuskifti.