Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Bú- og Heimatænasta søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi og heilsurøktara til Heimið við Vágna

Hannefíða Joensen

Brennur tú fyri at skapa góð og virðilig kor saman við bú- og starvsfólkum á Heiminum við Vágna, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir.


Vit sóknast eftir

· Sjúkrarøktarfrøðingi til farloyvisstarv á setanarbrøki 0,9 at byrja 1. febr. 2017 til 30. juni 2017, ella eftir avtalu

· Heilsurøktara á setanarbrøki 0,7 at byrja 1. febr. 2017, ella eftir avtalu

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Á Heiminum við Vágna búgva 24 fólk á trimum eindum.

Høvuðsuppgávan hjá starvsfólkunum á Heiminum við Vágna tekur støði í visjónini hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH), sum er:

NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.


Førleikakrøv

· Útbúgving, sum svarar til størvini

· Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum

· Áhugi og royndir innan demens er ein fyrimunur

· Góð samstarvsevni

· KT-førleika á brúkarastøði


Vit kunnu bjóða

· Stórar fakligar avbjóðingar

· Spennandi og sjálvstøðug størv

· Gott samstarv við onnur fakfólk


Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.


Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Merry Hansen, deildarleiðara, á tlf. +298 793440.


Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til størvini er 30. desember 2016.



Harleyfacadeacryl