“Vit hava ikki heimild til at vísa á skaðastovuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi”, tað fekk sjúklingur at vita leygardagin, tá hann úr Klaksvík ringdi til Læknavaktina.
Sjúklingurin hættaði sær ikki at sita í bili úr Klaksvík til Havnar osakað av nógvari pínu í rygginum. Men har var einki at gera hjá Læknavaktini. Boðini vóru greið sjálvt um sjúklingurin segði at hann búði tætt við Klaksvíkar Sjúkrahús “Tú mást koma til Havnar. Vit hava ikki myndugleika at vísa til Klaksvíkar Sjúkrahús.




