Hvør skuldi trúð, at ísbjarnir kunnu vera vinaligar?
Ísbjørn og hundur gerast vinir – eina løtu
Hvør skuldi trúð, at ísbjarnir kunnu vera vinaligar? Tað kunnu tær sambært hesum videobrotinum, sum seinastu vikurnar hevur ferðast víða um á alnótini. Á upptøkuni sæst ein stór ísbjørn, sum vinaliga kínir einum sletuhundi, ið stendur bundin.
Hendingin er somikið óvanlig, at filmsbrotið hevur ferðast víða um. Næstan hálvsjeynda millión hyggjarar á Youtube hava sæð videobrotið, og fólk fegnast stórliga um vinalagið, ið er at finna í djóraheiminum.
Men tað sum hendir aftaná, sæst ikki á hesum fittu myndunum. Bjørnin bleiv svong, og tað kostaði hundinum lívið.




