Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Munnligur fyrispurningur um at ala krækling

Kári P. Højgaard

Um kanningar til aling av kræklingi uttanlands eru eftirfarandi, so reinsar kræklingur sjógvin og tekur laksalúsayngul.

Fyrispurningur um hvussu nógv loyvir eru givin at ala krækling kring landi

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður ferð á tingfundinum í dag at seta Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, munnligur fyrispurningur til Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum um:

– Hvussu mong loyvi eru givin at ala krækling kring landið og hvar?

Eisini spyr hann hvussu stórur áhugi fyri hesi vinnu, hvussu nógvar umsóknir bíða eftir svari.

Um ja, hvussu long er viðgerðartíðin, nær kann væntast svar?

Er frøðin/vitanin í Føroyum samd við niðurstøðuni, at kræklingur er umhvørvisvinarlig aling, verður ikki fóðrað, etur laksalúsayngul og tekur biomassan úr sjónum.

Viðmerkingar til fyrispurningin

Alivinnan er ein sólskinssøga og er ein høvuðsorsøkin til, at tað gongst so væl í landinum. Vit eiga altíð at stremba eftir at fáa eina so fjøltáttaða vinnu sum gjørligt, og seinnu árini hevur “føroysk framleidd matvøra” staðið seg væl kappingini, og verið ein liður i menningini, at marknaðarføra Føroyar og føroyska mentan.

Um kanningar til aling av kræklingi uttanlands eru eftirfarandi, so reinsar kræklingur sjógvin og tekur laksalúsayngul. Tað verður spennandi at fáa niðurstøðuna hjá landsstýrismanninum, um aling av kræklingi og laksi kunnu virka samskipað. Um so er, kunnu vit á henda hátt menna eina nýggja vinnu og samstundis betra um møguleikarnar fyri laksaalingina.