Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

HAVIÐ í whiskytunnum

Danial Viðoy

HAVIÐ kemur nú aftur í einari serligari og avmarkaðari útgávu. Nýggja útgávan er eld í ymiskum tunnum í sjey mánaðir, ið er nakað longur enn seinast. Umframt spanskar sjerritunnur eru hesa ferð eisini brúktar gamlar Jack Daniels whiskytunnur.

TÍÐINDASKRIV – DISM: HAVIÐ kemur nú aftur í einari serligari og avmarkaðari útgávu. Nýggja útgávan er eld í ymiskum tunnum í sjey mánaðir, ið er nakað longur enn seinast. Umframt spanskar sjerritunnur eru hesa ferð eisini brúktar gamlar Jack Daniels whiskytunnur. Úrslitið er eitt gylt akvavitt við søtligum sjerrismakki og við eftirtónum av vanilju og kakao. Elda HAVIÐ er væl hóskandi sum snapsur ella at njóta omaná eina góða máltíð.

Tunnurnar, ið eru úr amerikanskari eik, hava frammanundan verið brúktar til ávikavist Oloroso sjerri í Andalusia og Jack Daniels whisky í Tennessee. Sjerritunnurnar eru fingnar til vega frá einari bodega við Jerez, meðan nýliga tømdu whiskytunnurnar eru komnar beinleiðis úr USA.

Talan er um avmarkaða framleiðslu. “Vit royndu hetta fyrstu ferð í fjør og mugu helst ásanna, at vit gjørdu í minna lagi. Nú royna vit so aftur við øðrum tunnusløgum og eitt sindur størri nøgd”, sigur Erling Eidesgaard, stjóri í Dism.

Elda HAVIÐ, ið eins og upprunin er 50%, er latið á snøggar hálvliturs fløskur, ið eru proppaðar við korkproppi við trætoppi.

Hendan serliga útgávan av HAVINUM fæst í Rúsunum kring landið, í tollfríu handlunum umborð á Norrönu og í Vága floghavn.

Dism framleiðir frammanundan eisini Eldvatn, Lívsins Vatn, Havið og Barald.