Hóast Atlantic Airways hevur monopol uppá flúgving millum Føroyar og útheimin, vil Heilsuverki ikki upplýsa hvat rindað verður fyri sjúklingar og Heilsustarvsfólk, sum flúgva við Atlantic Airways. Grundgevingin er at hetta møguliga kann gerast kappingaravlagandi fyri Atlantic Airways í framtíðini.

Heilaga føroysk kúgvin, Atlantic Airways, sum m.a. hevur eina deild á Landssjúkrahúsinum, sum skipar fyri allari ferðing hjá føroyska heilsuverkinum, slapp undan at bjóða uppá á arbeiði frá tí almenna í fríðari kapping. Nú vil Heilsuverkið heldur ikki upplýsa almenninginum hvat almenna Heilsuverkið rindar fyri ferðirar frá Heilaga føroyska flogfelagnum.
Og grundgevingin er einføld:
…..Landssjúkrahúsið hevur viðgjørt tína umbøn um innlit. Avtalan millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Atlantic Airways er viðheft, tó eru prísirnir ikki almennir, tí tað kann gerast kappingaravlagandi.
Í 2015 sendu føroysku sjúkrahúsini
-2387 sjúklingar
-1161 avvarðandi
-251 heilsustarvsfólk
í viðgerð uttanlands.
Vinaliga
Katrin Joensen
Fulltrúi
Stjórnarskrivstovan