Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nissurenning í morgin

Treysti

Aftur í ár skipar  Treysti fyri NISSURENNING seinasta leygardagin undan jólum. Hesuferð verður tað 17. desember kl. 13.00 úr hugnaliga Jólabýnum, sum er frammanfyri Fípuna Føgru í Vágstúni. Har verður ymiskt fyriskipað.

 

Talan er um heilsurenning ella hugnarenning og ikki rennikapping. Fyri at luttaka skal ein í minsta lagi vera í nissuhúgvu. Men stuttligt er um onkur eisini er í nissuklæðum.
 

Seinasta ár vóru fleiri stórar og smáar nissur, sum runnu, og stuttligt er um sama nøgd av nissum renna aftur í ár 🙂
 
Runnið verður bert í býnum, og fyrst frá Jólabýnum og út til Berglon og aftur til Jólabýin. Tann teinurinn er umleið 2,5 km, og verður runnið víðari norður til Nema at venda og aftur, so er teinurin góðar 5 kilometrar. Men ein velur sjálvur hvussu langt ella leingi ein rennur/gongur.
 
ØLL ERU VÆLKOMIN AT LUTTAKA !